Fótbóltur

NSÍ kann skriva søgu - KÍ kann endurtaka

NSÍ skal venda 0-2 í annaðkvøld fyri at koma víðari. KÍ hevur eina 5-1 leiðslu við til San Marino og spælir seg allarhelst víðari annað árið á rað.

KÍ vann 5-1 fyri lítlari viku síðani - Mynd: Sverri Egholm

KÍ vann 5-1 fyri lítlari viku síðani - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-03 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku liðini í Europa League-undanumfarinum spæla í morgin seinnu dystirnir. NSÍ er á heimavølli ímóti Ballymena úr Norðurírlandi, meðan KÍ er í lítla landinum San Marino og skal gera arbeiðið liðugt ímóti Tre Fiori. NSÍ tapti 2-0 í Ballymena hósvkøldið, og hevur harvið ógvuliga truplar fortreytir. Hjá KÍ er tað tó sera góðar arbeiðsumstøður eftir 5-1 sigurin í Gundadali í seinastu viku.

Í fjør komu klaksvíkingar víðari úr undanumfarinum við samanløgdum 3-2 sigri á Birkirkara av Malta. Hetta var tíggjunda royndin hjá KÍ í evropeiskum fótbólti og fyrstu ferð, at felagið spældi seg víðari. Hetta var fyrstu ferð, at undanumfar var á skránni í Europa League, har lið frá veikastu deildunum í Evropa spæla um at koma í 1. umfar.

KÍ liggur ógvuliga væl fyri til aftur at koma víðari, og tað varð týðiligt í Gundadali, at KÍ er eitt væl betri lið enn Tre Fiori. Klaksvíkingar kunnu skriva nýggja søgu í morgin, tí Norðlýsið legði í dag hagtøl fram frá teimum tíggju útidystunum hjá KÍ í Evropa. Teir bláu og hvítu hava ongantíð vunnið á útivøll, men sannlíkindini fyri at hetta broytist í annaðkvøld eru góð. 

NSÍ var á fyrsta sinni við í evropeiskari kapping í 2003. Runavíkingar hava verið støðugur í ovara parti av stigatalvuni í bestu deildini síðani, og hetta er 12. ferð, at NSÍ luttekur í evropeiskari kapping. Felagið er ongantíð komið víðari.

NSÍ hevur í trimum førum "fingið stig á heimavølli" Í 2008 vunnu runavíkingar seinna dystin í sínari einastu roynd í Champions League. Talan var um 1-0 sigur á Dinamo Tbilsi. Trý ár seinni spældi NSÍ málleysan javnleik ímóti Fulham úr Premier League. Í báðum førum taptu teir gulu og svørtu 3-0 á útivølli í fyrra dystinum. Í 2015 var tað, eins og í ár, norðurírsk mótsstøða. Linfield vann 2-0 á heimavølli í fyrra dystinum, og eina viku seinni vann NSÍ 4-3 á Svangaskarði. Spurningurin er, um NSÍ aftur hesaferð kann basa norðurírskum liði á Toftum, og um tað hesaferð røkkur til víðari luttøku.

Europa League - undanumfar, seinnu dystirnir
19.00: NSÍ (0) - Ballymena United (2)
19.45: Tre Fiori (1) - KÍ (5)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder