Hann kom aftur til NSÍ úr HB undan kappingarbyrjan. Verjuleikarin spældi 22 dystir í Betri-deildini í ár, og hann hevur tilsamans spælt 276 dystir í deildini. Nú hevur Jóhan Troest Davidsen skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar seinnapartin, at royndi miðverjin verður verandi í NSÍ, har tað verður bygt rundanum hann. Á síðuni stendur eisini, at flestu leikararnir halda fram í NSÍ.
Higartil er ein av avgjørdu profilunum, Árni Frederiksberg farin úr felagnum. NSÍ skal eisini hava nýggjan venjara, eftir at Sámla Erik Hentze hevur skift til Víking aftur. Í dag skrivar bolt.fo, at royndi íslendski venjarin, Guðjón Tórðarson allarhelst tekur yvir í Runavík.
Fótbóltur
NSÍ og Troest gjørt nýggjan sáttmála
30-ára gamli verjuleikarin heldur fram í barndómsfelagnum.
Jóhan Troest Davidsen hevur aftur heimavøll við Løkin komandi ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
2018-11-03 18:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald