Fótbóltur

NSÍ skrivaði søgu á sera sannførandi hátt

NSÍ setti Barry Town so ruddiliga uppá pláss. Hetta er fyrstu ferð, at felagið kemur víðari í evropeiskum fótbólti, og NSÍ javnaði metið hjá fyri størsta evropeiska sigur hjá føroyskum liðið nakrantíð,.

Klæmint gjørdi hattrik og talan var um stóra forloysing hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint gjørdi hattrik og talan var um stóra forloysing hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-20 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist skjótt týðiligt, at NSÍ er eitt betri lið enn Barry Town United. Tað var tó ikki nógv, sum var so týðiligt í 1. hálvleiki, har heilt nógvur mjørki var yvir Svangaskarði. 

Myndir: NSÍ - Barry Town United

NSÍ hevði stórar møguleikar tíðliga í dystinum - serliga var Petur Knudsen nær við í 11. minuttir, tá hann varð ein ímóti einum við málverjanum, sum tó bjargaði væl. Tað var tó ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at hol kom á. Vælupplagdi Jann Benjaminsen rak ímóti baklinjuni og fann Klæmint Andrasson Olsen, ið kom væl uppfrá og stútaði bóltin flott í málið. Tað var so nógvur mjørki, at tað frá miðlaplássunum var ivasamt, hvør fekk málið.

Nú kom hol á; tað sást betri, og NSÍ støðgaði ikki. Tìggju minuttir eftir 1-0 málið fann Jann aftur Klæmint, og fýra minuttir seinni var tað Klæmint Olsen, ið fann Petur og so var 3-0. NSÍ var omaná á allan hátt og spældi væl. Klæmint fekk sítt hattrik í 74. minutti, tá hann stútaði eitt frísparksinnlegg frá Jann Benjaminsen, ið fekk hattrikk í uppleggum. Hetta er hattrikk nummar tvey hjá Klæminti í Evropa, hitt var móti Hibernian í 2018, og hetta hevur eingin føroyskur leikari áður avrikað. Nummar 10 hjá NSÍ er metmálskjútti í bestu føroysku deildini og hevur nú skorað sjey mál í evropeiskum fótbólti - øll á Svangaskarði.

[object Object]
[object Object]

Steffan Løkin avloysti løtu seinni Klæmint Olsen, og hann hevði ikki verið á vøllinum leingi, tá Petur Knudsen fann hann. Nummar 16 hjá NSÍ hevði runnið seg frían og enn einaferð skapt trupulleikar fyri verjuna hjá walisum, og tá hann spældi til Steffan í brotsteignum var ungi áleuparin kaldur.

Barry Town United fekk minkað um munn tveir minuttir fyri leiklok, men talan gjørdist um eitt stórt kvøld hjá NSÍ á Svangaskarði. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hevur NSí spælt seg víðari í evropeiskum fotbólti, og NSÍ javnaði metið hjá KÍ frá í fjør og hjá EB/Streymi frá 2013 fyri størsta evropeiska sigur hjá føroyskum liðið nakrantíð.

Í komandi viku gongur leiðin hjá Glenn Ståhl og hansara monnum til Aderdeen, har ein spennandi avbjóðing bíðar. 

Europa League undanumfar
Svangaskarð, 20.08

NSÍ - Barry Town United 5-1 (0-0)
53' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
63'Klæmint Andrasson Olsen 2-0
67' Petur Knudsen 3-0
74' Klæmint Andrasson Olsen 4-0
83' Steffan Abrahamsson Løkin 5-0
88' Kayne McLaggon 5-1

NSÍ: 3-5-2/5-3-2: Tórður Thomsen - Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft - Bárður Jógvansson Hansen (60' Pætur Turiðarson Skipanes), Jesper Christjansen (82' Aron Knudsen), Mórits Heini Mortensen. Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L) (79' Steffan Løkin), Petur Knudsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder