Tað gjørdist heldur rokaligt aftaná landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið. Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, legði á dómaran. Fyrst á vøllinum stutt eftir dystarlok og síðani inni í Bylgjuni.
NSÍ kemur í kvøld við treytaleysari umbering til Fótbóltssambandið og til dómaran, Kára á Høvdanum.
- Vit ynskja við hesum skrivi at koma við eini treytaleysari umbering til FSF og dómaran Kára J. Á Høvdanum fyri hendingian við vøllin eftir loknan dyst millum NSÍ og KÍ, skrivar Karstin Joensen, formaður í NSÍ í umbering.
- Vit taka staðiliga frástøðu frá hesi hending, tó kunnu vit í sama viðfangi fegnast um at dómaravaktir okkara gjørdu sítt arbeiðið til lítar.
- Slík hending má og skal ikki koma fyri, og vilja vit gera okkara fyri at so er, skrivar formaðurin.
Í hesum sambandi viðmerkir NSÍ eisini fylgjandi:
• Formaðurin persónliga fór inn í dómararúmið eftir dystin og tók í hondina á dómaratoyminum og bað vegna felagið um umbering.
• Formaðurin fylgdi persónliga dómaranum trygt av økinum.
• Dómaravaktirnar stóðu uttan fyri dómararúmið, til dómaratoymið var farið av økinum.
• Ein skrivlig umbering frá starvsnevndini í NSÍ er send Fótbóltssambandi Føroya, ið hevur sent hana víðari til Kára á Høvdanum. (Hetta skriv sæst niðanfyri)
• Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, hevur persónliga biðið Kára á Høvdanum um umbering.
NSÍ hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, sum nú liggur hjá Fótbóltssambandinum til støðutakan.
Dómarafelagið segði fyrr í dag, at dómararnir noktaðu at døma í Runavík um viðurskiftini ikki vóru broytt. Við in.fo sigur Jóhan Hendrik Ellefsen, at dómarafelagið hevur fingið garanti fyri trygdini, og dysturin fríggjakvøldið millum NSÍ og 07 Vestur er ikki í vanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald