Fótbóltur

NSÍ spældi seg í sína fyrstu steypafinalu

B36 var á odda 1-0 og 2-1 á Eiði, men seinastu minuttirnar fekk NSÍ tvey mál, ið sendi liðið í finaluna. Laila Pætursdóttir gjørdist hetjan.

Fimm mál komu í spennandi hálvfinaluni í Hólmanum (Mynd: Sverri Egholm)

Fimm mál komu í spennandi hálvfinaluni í Hólmanum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-14 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð sera spennandi og dramatiskt í hálvfinaluni millum B36 og NSÍ, ið varð leikt í Hólmanum á Eiði. Heilt fitt av áskoðarum vóru møtt upp í kuldanum, men fótbóltsveðrið var gott, og hóast fótbóltsspælið ikki var tað besta, so livdi dysturin allatíðina.

Myndir: NSÍ - B36

Tað var lívligt frá byrjan. NSÍ rakti stongina, men B36 hevði fleiri góðar støður, og eftir 10 minuttir sló nummar 10 til. Emma Hansdóttir, ið gjørdi hattrikk uppá fimm minuttir í fjórðingsfinaluni í Sørvági, fekk fatur á bóltinum við brotsteigarmarkið, eftir at útspark hjá NSÍ kiksaði, og so smekkaði hon hann í málið. Leiðslan hjá B36 vardi tó bert fimm minuttir, tí eftir ein deyðbólt fekk Laila Pætursdóttir prikað bóltin í netið til 1-1.

Dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram, men so tók NSÍ yvir. Teir í gulum og svørtum høvdu bóltin nakað meira, og serliga Heidi Sevdal hótti. Tað var tó javnleikur í stegðinum, og tíðliga í 2. hálvleiki var tað B36, sum kom á odda. Tað var 17-ára gamla Bára Magnussen, sum sendi liðið hjá Súna Olsen á finalukós.

[object Object]
B36 var tvær ferðir á odda í Hólmanum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var tað í yvir hálvan tíma. So líðandi setti NSÍ seg meira og meira á spælið, men hevði ilt við at skapa opnar málmøguleikar. B36 hugsavnaði seg um at halda leiðsuna, tó at onkrir umstillingsmøguleikar vóru. Tað var eitt sjálvmál, ið fekk javnvág í. Eitt innlegg kom úr høgru, og ístaðin fyri at stúta bóltin burtur, beindi landsliðsmiðvallarin Elisabeth Vang bóltin í málið. 

NSÍ fór nú eftir triðja málinum, og tað eydnaðist, beint sum yvirtíðin var farin í gongd. Eftir horna varð stútað móti málinum hjá B36, og inni í málteiginum fekk Laila Pætursdóttir fyri aðru ferð í dystinum beint bóltin í málið. Lítla løtu seinni bríkslaði Tóki Høghamar fyri seinastu ferð, og so var stór frøi í NSÍ-leguni og stórt vónbrot hjá teimum í svørtum og hvítum. Besta kvinnulið felagsins er fyri fyrstu ferð í einari steypafinalu. Hon verður um eina viku móti vinnaranum av KÍ - ÍVB, sum spæla í júst Runavík. Tann dysturin byrjar um eina tíma. Til ber at fylgja við her

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Hálvfinalurnar
Leygardagin 14/11 - Á Eiði
NSÍ - B36 3-2 (1-1) 
10' Emma Hansdóttir 0-1
15' Laila Pætursdóttir 1-1
53' Bára Magnussen 1-2
87' Sjálvmál 2-2
90'Laila Pætursdóttir 3-2

Sí eisini:
(Video) Heidi Sevdal: Finaluplássið hevur avgjørt nakað at siga fyri okkum


17.00: KÍ - ÍVB (Í Runavík)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder