Fótbóltur

NSÍ tapti aftur á heimavølli

Runavíkingar taptu og lótu tvey mál inn fyri triðju ferð uppá fýra dystir og eru av álvara dragnaðir í FM-stríðnum. Fokus er nú ístaðin á evropeiskan fótbólt.

Danin Jesper Christjansen skoraði annan dystin á rað, men tað var ikki mikið hjá teimum í gulum og svørtum, ið framvegis eru á 4. plássi (Mynd: Sverri Egholm)

Danin Jesper Christjansen skoraði annan dystin á rað, men tað var ikki mikið hjá teimum í gulum og svørtum, ið framvegis eru á 4. plássi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-13 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá NSÍ í 9. umfari vann 2-0 á oddliðnum HB sá sera gott út hjá liðnum hjá Glenn Ståhl. 20 stig fyri níggju dystir, 22 mál skoraði og bert fýra latin inn, og bert tvey stig frá fyrsta plássinum. Liðið hevði sæð gott og væl skipað út í flestu dystunum,  tó at NSÍ kom undir stórt trýst í javnleikunum í Gundadali móti B36 og í Klaksvík.

Síðani skinklaði liðið nakað men vann fýra teir næstu dystirnar í Betrideildini við einum málið, tá NSÍ hitti botn-fýra liðini - mitt ímillum hesar dystirnar var ein steypadystur í Streymnesi, har NSÍ vann eftir brotssparkskapping. 

[object Object]
HB hevði als ikki tamarhald á Peturi Knudsen 22. juni, og við týðandi málum ímillum annað Klaksvík og í Gundadali, var nummar 16 hjá NSÍ kanska allarbesti leikarin í Betrideildini fyrsta triðingin. Hann gjørdist skaddur í økslini í steypadystinum við Margáir 8. juni (Mynd: Sverri Egholm)

Áðrenn NSÍ tók ímóti KÍ 27. juli hevði liðið vunnið allar seks heimadystirnar - við málúrttøkuni 15-1. Liðið hevði tá bert latið seks mál inn í 13 dystum og var væl við í oddastríðnum. Men móti KÍ, móti HB seks dagar seinni, og í gjárkvøldið lat NSÍ tvey mál inn í hvørjum einstøkum dysti - tað vil siga eins nógv mál samanlagt sum í teimum fyrstu 13 dystum. Nú hava NSÍ og HB bæði latið 12 mál inn í 17 dystum, og tað er lægsta talið í deildini.

NSÍ hevði frammanundan KÍ-dystinum bert latið tvey mál inn í einum dysti framanundan - í 3-2 sigrinum á Argjum í 10. umfari tá Tórður Thomsen fór út við skaða næstan beinanvegin - ikki mist nakað stig á heimavølli, og bert tapt ein dyst (í Sarpugerði í 3. umfari).

[object Object]
Tórður Thomsen hevði undan heimadystinum móti KÍ bert latið trý mál inn í 10x90 minuttum, sum hann hevði staðið í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur tapt tríggjar av seinastu fýra dystunum, tveir av teimum á heimavølli, og samanlagt fýra dystir.  Eftir úrslitið móti Víkingi í gjár er so at siga greitt, at runavíkingar eru heilt úti av FM-stríðnum. Nú HB og NSÍ hava tíggju dystir eftir at leika eru ellivu stig á muni, og seks stig eru upp til KÍ á 2. plássi.

[object Object]NNSÍ megnaði ikki at gera nakað ímóti HB á Tórsvølli 2. august (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er tvey stig frammanfyri og hevur leikt ein dyst færri. Tað er 3. plássið, ið NSÍ sum tað minsta skal enda á fyri at fáa evropeiska luttøku ígjøgnum Betrideildina í ár. Nummar trý kemur tó ikki í Europa League, um steypavinnarin er eitt av liðunum, ið ikki endar í topp-trý. NSÍ hevur tveir dystir eftir móti B36, ið tó sær sterkari út. 

Støðan í ovaru hálvu:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 26 stig (16 dystir) 

 

[object Object]
Í 65. minutti í gjár komu Bárður Hansen og Petur Knudsen inn og skuldi royna at fáa ein sigur í hús - tá var støðan 1-1...

[object Object]

men eftir eina løgna hending beint uttanfyri vøllin...

[object Object]fingu Bárður og hjálparvenjarin hjá Vìkingi, Gert Hansen, reytt kort...

[object Object]

..og minuttin eftir bjargaði Elias Fagrá brotssparki frá Peturi (Myndie: Sverri Egholm)

Fleiri myndir frá Eysturoyaruppgerðini við Løkin síggjast her

Les eisini: Ari avgjørdi enn einaferð móti NSÍ

Í 2-1 ósigrinum fyri Víkingi í gjár spældu Petur Knudsen og Bárður Jógvansson Hansen fyri fyrstu ferð í yvir ein mánaða. Teir høvdu ikki verið á vøllinum undanfarnu fimm dystirnar í Betrideildini vegna skaðar, og saknurin var serliga týðiligur í oddadystunum móti KÍ og HB. Báðir fingu tó keðiligar høvuðsleiklutir men kunnu gera mun seinasta triðingin saman við Betuel Hansen, sum sat uttanfyri við skaða í gjárkvøldið. Teir eru vónandi allir heilt til reiðar til evropeisku uppgávuni móti Barry Town United úr Wales á Svangaskarði um eina viku.

Sí eisini: Klæmint Andrasson Olsen: - Leggja landskappingina til síðis nú

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder