Fótbóltur

Ari avgjørdi enn einaferð móti NSÍ

Eysturoyaruppgerðin við Løkin innihelt millum annað eitt flott sigursmál, eitt sjálvmál, rok og reyð kort, og eina brotssparksbjarging. NSÍ misti týðandi fet í Europa-stríðnum og er úti av FM-stríðnum.

Víkingarnar fegnast um 2-1 málið, ið Ari Olsen skoraði eitt korter fyri leiklok (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingarnar fegnast um 2-1 málið, ið Ari Olsen skoraði eitt korter fyri leiklok (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-12 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sjálvdan óáhugavert, tá NSÍ og Víkingur hittast, og hóast áskoðarar av álvara manglaðu hesaferð, so var tað undirhaldandi í 2. hálvleiki í kvøld, har tað mesta hendi.

Myndir: Eysturoyaruppgerð við Løkin

Í 1. hálvleiki var NSÍ kanska nakað omaná í spælinum samanlagt, og víkingar bjargaðu millum annað á strikuni. Tó vóru góðar støður í báðum endum, Tórður Thomsen hevði eina góða bjarging, og tað var Víkingur, ið fekk hol á. Eftir eina deyðbóltsstøðu var Sølvi Vatnhamar fyrstur á bóltinum í vínstru síðu, hann fekk lagt innfyri við høgra beinið, Atli Gregersen stýrdi bóltinum víðari, og so var tað Klæmint Andrasson Olsen, ið prikaði bóltin seinasta petti í málið. Bólturin hevði allarhelst rakt stongina ella farið beint framvið, so talan var um sjálvmál frá liðformanninum hjá NSÍ.

[object Object]
Atli Gregersen stýrdi innlegginum frá Sølva Vatnhamar víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Video:
Atli: -Vísa at vit eru til enn
Klæmint: - Leggja landskappingina til síðis

Heimaliðið kom út til 2. hálvleik sum eitt óløgi og javnaði beinanvegin. Annan dystin á rað var danski miðvallarin Jesper Christjansen á rætta staðnum í samband við hornaspark - hesaferð var tað Jann Benjaminsen ið legði væl innfyri -  og nýggjasti NSÍ-leikarin skoraði til 1-1. Dysturin var veruliga lívligur næstu løtuna, men heldur rótutur og bæði liðini fóru hart eftir sigrinum. 

[object Object]
NSÍ skifti tveir av lyklaleikarunum inn í 65. minutti men báðir fingu keðiligan høvuðsleiklut móti endanum (Mynd: Sverri Egholm)

Miðskeiðis í 2. hálvleiki skiftu bæði liðini út. Fyrst NSÍ ið setti Bárð Jógvansson Hansen og Petur Knudsen inn. Hetta var fyrstu minuttirnir hjá lyklaleikarunum í beint yvir ein mánaða. NSÍ var í kvøld uttan Betuel Hansen, ið frammanundan hevði spælt so at siga allar minuttirnar í ár. Løtu seinni skifti Eyðun Klakstein Andreas Lava inn fyri ein annars vælleikandi miðvalllaran Boga Reinert Petersen, og leivíkingurin gjørdi beinanvegin mun í álopspartinum hjá Vìkingi. 

Ari Olsen avgjørdi sera undirhaldandi uppgerðina millum feløgini í 3. umfari við einum dreymahøggi. Álopskendi høgri bakkurin hjá Vìkingi royndi seg við einum nakað líknandi í kvøld, men Tórður fekk vart fyri. Nakrar minuttir seinni lá bólturin tó í netmeskunum. Sølvi Vatnhamar førdi bóltin væl fram, og komin inn í brotsteigin nakað til vinstru støðgaði hann á, fann Ara, ið stutt inni í brotsteignum smekkaði bóltin í málið. 

Ari: -Sindur av held

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Tað varð rok í Runavík seint í dystinum (Myndir: Sverri Egholm)

Nú skuldi NSÍ av álvara trýsta, meðan Víkingur hugsavnaði seg um at verja og síðani at fara í mótálop. Seinastu minuttirnar var stórt drama við Løkin - fyrst við roki. Báðrur Hansen og hjálparvenjarin hjá Vìkingi, Gert Hansen, endaðu í hornatøkum í samband við, at Bárður skuldi eftir bóltinum fyri at taka eitt innkast. Fyrrverandi liðfelagarnir og høgru bakkarnir hjá Víkingi endaðu á graslíkinum, báðir fingu reytt kort, og fleiri vóru uppi í rokinum. Minuttin eftir peikaði Rúni Gaardbo á brotssparksblettin, tá Jesper Christjansen fór um koll. Eins og í Sarpugerði var tað Petur Knudsen móti Eliasi Fagrá (tá Rasmussen). Í dystinum í 3. umfari endaði skotið hjá Peturi næstan í ánni aftanfyri málið hjá Vìkingi - í kvøld bjargaði Elias væl, og hetta hevði við sær, at eins og í dystinum í mars vann Víkingur 2-1. 

[object Object]

[object Object]
Víkingarnir vóru ónøgdir við brotssparki, ið varð dømt, men teir kundu fegnast, tá Elias bjargaði royndini frá Peturi (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitið hevur við sær, at níggju stig nú eru millum liðini. Víkingur er framvegis í ongamannalandi, men vísti tó tenn og góðan hugburð í kvøld. NSÍ tók ikki av møguleikanum fyri at koma framvið B36, ið ikki spældi í kvøld, og fjarstøðan til 1. plássið er nú heili 11 stig - HB vann í kvøld  heili 11-0 á AB. Fokus skal tó nú setast á evropeisku uppgávuna - runavíkingar taka næsta hóskvøld (20/8) móti Barry Town United úr Wales á Svangaskarði. Víkingur hevur frí frá dysti í 11 dagar. Næsta uppgáva er í Fuglafirði 23/8 

 

Dystirnir í kvøld:

NSÍ - Víkingur 1-2 (1-1) 
15' Sjálvmál 0-1
48' Jesper Christjansen (Jann J. Benjaminsen) 1-1
75' Ari Olsen (Sølvi Vatnhamar) 1-2

HB - AB 11-0 (5-0)
5' Mikkel Dahl 1-0
11' Mathias Nygaard 2-0
24' Bartal Wardum 3-0
34' Mikkel Dahl 4-0
45' Sjálvmál 5-0
48' Mikkel Dahl 6-0
51' Dan Í Soylu 7-0
65' Dan Í Soylu 8-0
84' Adrian Justinussen 9-0
88' Adrian Justinussen 10-0
90' Dan Í Soylu 11-0

Myndir: HB - AB
Les eisini: Tvíisiffrað á Tórsvølli

Skála - B36  Útsettur orsakað av koronatilburði í hópinum hjá B36

Les eisini: Ikki fleiri tilburðir staðfestir í B36

Dysturin í gjár

KÍ - ÍF 6-0 (4-0)
15' Patrik Johannesen 1-0
19' Odmar Færø 2-0
31' Jóannes Bjartalíð 3-0
35' Páll Andrasson Klettskarð 4-0
82' Sjálvmál 5-0
86' Ole Erik Midtskogen 6-0

Sí myndir frá KÍ-ÍF

Seinasti dysturin í umfarinum verður leiktur sunnudagin 16/8 í Trongisvági, har TB tekur ímóti EB/Streymi

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 26 stig (16 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir) 
8. TB 7 stig (15 dystir) 
9. AB 7 stig (17 dystir) 
10. Skála 2 stig (16 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder