Fótbóltur

Tvísiffrað á Tórsvølli

HB stóð fyri greitt størsta sigrinum í ár, tá AB vitjaði. Mikkel Dahl og Dan í Soylu skoraðu hattrik í 11-0 sigrinum, og Adrian Justinussen varð skiftur inn og skoraði tvey mál fyri oddaliðið. Tróndur Jensen fekk eisini sítt comeback.

Adrian Justinussen er aftur og er longu í hopla - tað er HB-liðið sum heild avgjørt eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen er aftur og er longu í hopla - tað er HB-liðið sum heild avgjørt eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-12 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

11-0. Líknandi úrslit hava verið at sæð í steypakappingini nakrar ferðir seinastu árini, men í fremstu røð kemur tað so at siga ikki fyri, at munurin millum liðini er meira enn 10 mál.

Hetta hendi tó í kvøld á Tórsvølli í kvøld, tá oddaliðið HB setti AB so dyggiliga uppá pláss. 36 stig skiltu liðini á stigatalvuni áðrenn, og munurin var sera týðiligur í kvøld. Eftir tíggju minuttir var longu 2-0, og í hálvleikinum var 5-0. Daniel Johansen var við í fýra av málunum, og beint eftir hállveik fekk danski áleyparin Mikkel Dahl sítt hattrick - eftirr enn eitt upplegg frá Daniel. Mikkel Dahl hevur nú skorað sjey mál í fimm dystum. 

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Í 2. hálvleiki gjørdist ilt verri hjá AB, hóast tað eina løtu næstan vóru 20 minuttir millum málini hjá HB. Seinastu løtuna skoraði HB trý mál, og tvey av teimum gjørdi Adrian Justinussen, ið spældi sín fyrsta dyst í tveir og ein hálvan mánað. Dan í Soylu setti punktum og tað var triðja málið hjá fyrrverandi AB-leikaranum í hálvleikinum. 
[object Object]Símun Samuelsen fegnast her saman við Dan í Soylu í dysti í fjør. Í dag var tað tó steinur omaná á byrðju hjá liðnum hjá Símuni, ið ikki kundi vera til staðar, at HB-miðvallarin gjørdi hattrick (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Við frálíkum og ágangandi fótbóltsspæli vann HB harvið 11-0 á argjamonnum og er aftur fimm stig frammanfyri nummar tvey í Betrideildini. Talan var um áttanda sigurin á rað í kappingini, og liðið hjá Jens Berthel Askou tykist at vera sera væl fyri til uppgávuna í Norðurírlandi um átta dagar. Tað var eisini sera jaligt fyri HB, at Delphin Tshiembe og Tróndur Jensen vóru aftur á vøllinum - Tróndur eftir at hav verið úti í 11 mánaðir orsakað av slitnaðum krossbandið.

[object Object]
Adrian og Tróndur vóru aftur á vøllinum fyri HB í kvøld - Hørður Askham er ikki langt frá at vera til reiðar eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dystirnir í kvøld

HB - AB 11-0 (5-0)
5' Mikkel Dahl 1-0
11' Mathias Nygaard 2-0
24' Bartal Wardum 3-0
34' Mikkel Dahl 4-0
45' Sjálvmál 5-0
48' Mikkel Dahl 6-0
51' Dan Í Soylu 7-0
65' Dan Í Soylu 8-0
84' Adrian Justinussen 9-0
88' Adrian Justinussen 10-0
90' Dan Í Soylu 11-0


(19:00): NSÍ - Víkingur (1-1) Fylg við á forsíðu okkara

Dysturin í gjár

KÍ - ÍF 6-0 (4-0)
15' Patrik Johannesen 1-0
19' Odmar Færø 2-0
31' Jóannes Bjartalíð 3-0
35' Páll Andrasson Klettskarð 4-0
82' Sjálvmál 5-0
86' Ole Erik Midtskogen 6-0

Sí myndir frá KÍ-ÍF

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (16 dystir) 
5. Víkingur 23 stig (15 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir) 
8. TB 7 stig (15 dystir) 
9. AB 7 stig (17 dystir) 
10. Skála 2 stig (16 dystir)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder