B68 fekk fleiri ting at eydnast í dagsins grannauppgerð, kom á odda tíðliga og kundi væl økt til 2-0. Ístaðin fór NSÍ avstað við øllum á Svangaskarði.
Bartal Páll Klein skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini við brotssparki í 14. minutti, og síðani gingu yvir 65 leikminuttir við støðuni 1-0.
Liðið hjá Jákupi á Borg á veg móti sínum fyrsta sigri síðani 27. august í fjør. Petur Knudsen vildi tað tó øðrvísi: Tvær ferðir seinastu løtuna - seinnu ferð í yvirtíðini - breyt hann ígjøgnum í vinstru og legði innfyri/útfrá.
Í báðum førum var tað ein innskiftur spælari, ið setti fótin á. Fyrst ódekkaður Búi Egilsson í málteignum til 1-1, og síðani Dion Splidt sum er aftur í Betrideildini. Skotið hjá honum rakti eitt B68-bein á vegnum og snýtti Tórð Thomsen í B68-málinum.
Hetta tryggjaði NSÍ trý stig afturat, og tað skapti stóran fagnað á teimum í gulum og svørtum - og ónøgd hjá B68. Eftir seinasta bríksl var tað nakað heitt millum partarnar, men uppflytararnar løntu B68 aftur fyri seinast og órógvaðu Bátafestivalin nakað.
Liðið hjá Jens Wedeborg hevur nú 15 stig og er á evropeiskum plássi. B68 hevur hinvegin bert eitt stig fyri átta dystir og hevur ikki vunnið í 15 Betrideildardystum á rað.
Betrideildin menn 8. umfa
Í dag, leygardagin 4. mai
B68-NSÍ 1-2 (1-0)
14' Bartal Páll Klein, br. 1-0
82' Búi Egilsson (Petur Knudsen) 1-1
90(+4)' Dion Splidt (Petur Knudsen) 1-2
Sí meira her
EB/Streymur-Víkingur (18:00)
KÍ-07 Vestur (18:30)
Í morgin, sunnudagin 5. mai
ÍF-Skála ÍF (15:00)
HB - B36 (17:00)
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 15 stig
4. NSÍ 15 stig *
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig *
10. ÍF 1 stig
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald