Hondbóltur

Nú ber til at keypa atgongumerki til HM-dystin móti Týsklandi

Føroyska manslandsliðið tekur 16. apríl móti týskarum í seinna play-off dystinum. Samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið.

Føroyar spældu seg í januar víðari, tá fyrsta umfar í HM-undankappingini var. Í næsta mánaði verður aftur HM-hondbóltur í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri  Egholm)

Føroyar spældu seg í januar víðari, tá fyrsta umfar í HM-undankappingini var. Í næsta mánaði verður aftur HM-hondbóltur í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-10 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at evropeiska hondbóltssamgongan valdi at útihýsa Hvítarusslandi, orsakað av at landið alment stuðlar russisku innrásini í Ukraina, er bert ein forðing eftir hjá føroyska manslandsliðnum á vegnum til HM-endaspælið.

Tað er tó vorðið sum biti, ið skal gloypast, um dreymurin um eitt endaspæl skal gerast veruleiki. Týskland hevur leingi verið millum heimsins fremstu hondbóltstjóðir á manssíðuni, og vit skulu seks ár aftur til síðsta stóra endaspælið, ið týskararnir vunnu.

Hálvt ár eftir EM-gullið vann Týskland bronsu í OL í Rio, men síðani hava týskarar ikki megnað at tryggjað sær heiðursmerki, og nógvar broytingar hava verið á liðnum seinastu árini. Týskland er tó sjálvandi stórfavorittur móti Føroyum, men málið hjá føroyska liðnum má fyrst og fremst vera at fáa eitt so mikið gott úrslit í fyrra dystinum, sum verður í Sparkassen Arena í Kiel 13. apríl, so at spenningur verður um útfallið undan heimadystinum.

Ætlanin er millum annað um at gera busstúr úr Danmark til dystin fyri føroyskar fjepparar, og so er at vóna at nógvir føroyingar vera og stuðla í Norður Týsklandi um beint yvir ein mánaða, og so sanniliga at høllin á Hálsi verður full tríggjar dagar seinni, tá týskarar vitja.

Hondbóltssamband Føroya boðaði í gjár frá, at atgongumerki nú eru sett til sølu til seinna HM-play-off dystin millum Føroyar og Týskland.

Dysturin verður leiktur leygardagin 16. apríl klokkan 19.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder