Hondbóltur

Dystirnir móti Hvítarusslandi verða ikki leiktir: Føroyar skulu spæla móti Týsklandi í páskavikuni

Play off dystirnir hjá A-landsliðnum í hondbólti móti Hvítarusslandi verða ikki leiktir. Orsøkin er, at EHF hevur gjørt av at útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-28 21:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

EHF hevur gjørt av, at fyribils útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi úr altjóða kappingum. Hetta orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum eisin er stuðlað av Hvítarusslandi.

Hetta merkir, at HM play-off-dystirnir hjá A-landsliðnum hjá monnum móti Hvítarusslandi ikki verða leiktir 16. og 20. mars, boðar Hondbóltssamband Føroya frá í kvøld.

Føroyar kemur við hesum beinleiðis til seinasta play-off umfarið, har Føroyar skal møta Týsklandi í páskavikuni á útivølli mikudagin 13. apríl og á heimavøll leygardagin 16. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder