
9. mars. Eingin Premier League-dystur hevur verið síðani, men í kvøld verður hetta broytt. Tveir útsettir dystir frá 28. umfari verða leiktir, og eftir ætlan verður leikt fram til síðst í juli - níggju umfør eru eftir í kappingini, ið so nógv hava glett seg til at síggja aftur.
Manchester City og Aston Villa vóru í Carabao Cup-finaluni síðst í februar, og teir dystirnir ið vóru útsettir orsaka av teimum verða leiktir í kvøld. City-Arsenal er tann meira spennandi á pappírinum, og um City tapir, er hurðin opin hjá Liverpool at avgerða Premier League endaliga sunnudagin, tá grannauppgerð móti Everton er á skránni.
18.00: Aston Villa - Sheffield United
20.00: Manchester City - Arsenal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald