Fótbóltur

Nú er útselt til steypafinaluna

Leygardagin 25. august spæla HB og B36 um løgmanssteypið.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-18 20:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er nú útselt til steypafinaluna 2018. Hesum boðaði FSF frá á Facebook fyri løtu síðani.

Hetta merkir, at umleið 3.500 fólk vera á Tórsvølli, tá HB og B36 hittast.

Atgongumerkjasølan hevur gingið væl, boðaði FSF frá fyrradagin, tá bert 400 atgongumerki vóru eftir til dystin.

Steypafinalan millum HB og B36 verður leygardagin 25. august klokkan 19.45 á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder