Fótbóltur

Nú fær fótbóltsvøllurin á Skála ljósskipan

Maskinhandilin í Saltangará skal seta ljósskipanina upp.

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-03-01 11:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvey av frægu mansliðunum í bestu fótbóltsdeildini hava bústað í Runavíkar kommunu. Skála Ítróttarfelag (Skála) og Nes Sóknar Ítróttarfelag (NSÍ). Harvið eru 8% av landsins borgarum umboðaðir við 20%´um av Betri deildini í hesum kappingarárinum. Kommunan hevur altíð rikið ein virknan ítróttarpolitikk, og fyri fáum árum síðani vórðu eftirgjørdu grasfløturnar á vallunum í Runavík og á Skála endurnýggjaðar. Í fjør varð eisini nýggj ljósskipan, eftir altjóða máti, sett upp við vøllin í Runavík.

Býráðið hevur nú avgjørt, eftir samráðingar við Maskinhandilin í Saltangará, sum veitara, at fáa líknandi ljósskipan upp at standa við fótbóltsvøllin á Skála, skrivar kommunan. Málið er truplari og harvið dýrari at loysa enn í Runavík. Størri lendisarbeiði og vindviðurskiftini á staðnum eru orsøkin til tað. Væntandi verður komið á mál við hesum átaki seinri í ár.

Býráðið hevur eisini avgjørt at gera nátthús í skýliskjallaranum við fótbóltsvøllin í Runavík, og hartil at gera kioskbygningin, miðskeiðis í Skýlinum omanfyri vøllin, lidnan skjótast gjørligt. Fótbóltskappingin byrjar um hálva aðru viku, og hesi bæði seinru átøkini væntast at vera tikin í brúk, táið nakað er fráliðið í kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder