NSÍ og Sála fara framyvir at dystast um annað enn trý stig og æru, tá liðini hittast í landskappingardystum. Nú fara liðini eisini at dystast um Skálafjarðarsteypið.
Skálafjarðarsteypið er ferðasteyp latið av Runavíkar kommunu, sum bestu mansliðini hjá Skála og NSÍ leika um haðartil annað liðið hevur vunnið steypið tríggjar ferðir. Tað er eindømi, at ein kommuna, har 8% av landsins borgarum búgva, eigur 20% av umboðanini í fremstu fóbóltsdeildini í landinum. Tí verður hetta steypið sett út til at kappast um ímillum feløgini hvør sínu megin Skálafjørðin, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. Reglugerðin og treytirnar fyri at vinna steypið til ognar eru hesar.
- Liðið, sum vinnur fyrsta innanhýsisdystin í 2019, fær steypið í varðveitslu. -endar fyrsti dystur við javnleiki, verður brotssparksskapping um steypið.
- Liðið, sum hevur steypið í varðveitslu, varðveitir hetta, um tað vinnur ella spælir javnleik. Tað vil siga, at hitt liðið skal vinna ein dyst fyri at fáa steypið í varðveitslu.
- Tá ið dystirnir í einum kappingarári eru av ímillum hesi bæði liðini, fær tað liðið, sum hevur staðið seg best í innanhýsis dystum, steypið í varðveitslu til næsta kappingarár, táið innanhýsis kappingin verður tikin uppaftur. Samlaða støðan eftir triðja og seinasta dystin millum liðini í einum ári, ger av, hvør er vinnari tað árið, - eftir hesum treytum:
1) Liðið við flestu stigunum í innanhýsisdystunum vinnur steypið fyri árið.
2) Stendur á jøvnum í stigum í innanhýsisdystunum ger málstøðan í hesum somu dystum av hvør vinnur fyri árið.
3) Stendur framvegis á jøvnum samsvarandi 1) og 2), verður brotssparkskapping eftir triðja og seinasta dystin í árinum. Hendan ger tá av hvør er vinnari fyri árið.
- Liðið, sum fyrst vinnur steypið trý kappingarár tilsamans, fær steypið til ognar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald