AB og B36 tjóvstartaðu eftir kappróðurin á ólavsøku. Hetta við góðum átaki; at framskunda ein dyst frá 9. august fyri fáa ein kappingardyst á ólavsøku. B36 vann 1-0 í tí, sum var fyrsti landskappingardysturin eftir summarsteðgin.
Sí eisini: B36 aftur á sigurskós við gomlum kenningum á odda
Nú byrjar landskappingin aftur eftir føstu skránni og við fullum umfari. Talan er um 17. umfar - eftir hetta eru bert tíggju umfør. Fýra dystir verða spældir í dag og ein í morgin. Tað er HB-NSÍ, sum vegna evropeiskar dystir hjá hesum liðunum hóskvøldið varð fluttur til mánakvøldið.
17. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 2. august
15.00:
AB - Skála (FM1)
KÍ - B36 (FM1)
EB/Streymur - Víkingur
17.15: B68 - 07 Vestur (FM1)
Klokkan 19.30 verður tikið samanum dystirnar í sendingini "3. Hálvleikur" á FM1.
Mánadagin 3. august
18.30: HB - NSÍ (FM1)
Støðan
KÍ kann leggja trýst á NSÍ við at vinna seinnapartin, men B36 kann eisini av álvara blanda seg - og yvirhála KÍ - um tað eydnast basa liðnum, sum fór út úr Champions League mánakvøldið í Litava.
Samstundis roynir Víkingur at nærkast topp-trý, meðan AB, og serliga EB/Streymur og Skála, klokkan 15 byrja at renna undan niðurflytingarstrikuni aftur.
Klokkan 17.15 er satt botnbrak á Svangaskarði. B68 og 07 Vestur eru undir strikuni í løtuni og vita, hvussu týðandi tað kann verða við trimum stigum í dag. B68 var eina løtu nakað frá strikuni, meðan 07 Vestur var í betri formi eftir venjaraskifti síðst í mai. Slíkir innanhýsis dystir verða avgerandi, tá alt verður gjørt upp um ellivu umfør.
![]()
Nógv uppá spæl á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)
Frásagnir vera á FM úr Klaksvík, av Argjum og av Svangaskarði. Fylgt verður eisini við gongdini í Streymnesi - eisini ovast á Portalinum har livescore er. Klokkan 19.30 verður tikið saman um í sendingini 3. hálvleikur á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald