Tað vóru nógv fólk, nógvur larmur og nógvur inntensitetur í serliga fyrra hálvleiki í Gundadali, tá bólturin í Meistaradeildini fór á rull aftur í kvøld.
Tað flotta fótbóltsspælið var tó sjálvdan at síggja, og málmøguleikarnir vóru ikki nógvir hjá AB og B36. Heldur vóru verjuspælararnir við yvirlutan.
Men stutt eftir steðgin spældi B36 væl. Ungi danski áleyparin William Rygaard fekk pláss og fann væl Pætur Petersen, sum eisini kom til felagið úr Danmark í summar. Vinstri vongurin var knappur og skeyt bóltin væl niður í longra málhornið.
Málið hjá Pæturi varð einasta málið í dystinum. AB hevur staðið seg væl í ár og hevði nakrar góðar løtur í dag, men sum heild vantaði hvassleiki á seinasta triðinginum. B36 hevði gott tamarhald á eftir málið, vísti góðan stríðsvilja og tey trý stigini komu ikki veruliga í vanda - hóast Brian Jacobsen í yvirtíðini mundi fingið púra frítt skot.
Fyrstu ferð í seks dystir, og síðani 25. mai, at B36 helt málið reint. Og eisini fyrstu ferð í hesum tíðarbilinum at liðið vann. Jákup á Borg megnaði í fyrstu roynd síni sum høvuðsvenjari felagsins aftur at fáa trý stig í hús, og nú er bert eitt stig upp til 2. plássið. B36 kann taka tað við sigri í Klaksvík sunnudagin.
![]()
Jákup á Borg aftur á síðulinjuni í Gundadali - og B36 aftur á sigurskós eftir keðiliga gongd beint fyri summarsteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Jákup á Borg: Menn vístu teir vildu tað
Meistaradeildin menn, 18. umfar - framskundað frá 9. august
Ólavsøkuaftan, 28. juli
B36 - AB 1-0 (0-0)
48' Pætur Petersen (William Rygaard) 1-0
![]()
Dystir eru á skránni aftur sunnudagin 2. august. Sí skránna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald