Fótbóltur

Nú gongur leiðin til Kosovo

Eftir 3-1 sigurin á Malta í gjárkvøldið verður nøsin nú vend móti Pristina.

Liðskiparin og hinir kundu fegnast frammanfyri frálíku áskoðarafjøldini í gjárkvøldið; nú bíðar Kosovo (Mynd: Jens Kr. Vang)

Liðskiparin og hinir kundu fegnast frammanfyri frálíku áskoðarafjøldini í gjárkvøldið; nú bíðar Kosovo (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-08 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar komu væl frá byrjan í nýggju Nations League kappingini. Føroyingar bastu Malta á Tórsvølli í gjárkvøldið, og talan var um ein uppibornan sigur, ið ger at Føroyar eru nummar eitt í bólkinum eftir fyrsta umfar.

Les meira: Sera góð føroysk byrjan í Nations League

Frammanfyri yvir 3000 áskoðarum, har Skansin sum altíð var frálíkur, livdi føroyska liðið upp til favorittleiklutin og vísti at í hesari kappingini vilja teir nakað.

Myndir frá dystinum kunnu síggjast her

Leikararnir fegnaðust eftir dystin um málini, sigurin og upplivingina á Tórsvølli, men ásannaðu eisini at teir kundu havt gjørt tað betri. 

Video:
Jóan Símun: Fantastiskt at uppliva hendan stemningin
Shaki: Visti ikki hvussu eg skuldi jubla 

Nú er fokus á næstu uppgávuna. Hon verður mánadagin í Kosovo, og talan verður um ein øðrvísi dyst í øðrvísi umstøðum. 

Føroyski hópurin, umboð frá FSF, áskoðarar og miðlar seta seg seinnapartin í flogfarið við kós móti Pristina, ið er høvuðstaður í Kosovo.

Portalurin er við á ferðini, og vit hava ymiskt tilfar komandi dagar; greinar, myndir og video ið snúgva seg um landsliðið í Kosvo.

Dysturin verður leiktur mánakvøldið klokkan 19.45. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder