Hondbóltur

Nú hevur Boas yvirhálað systkinabarnið

Boas Ellefsen á Skipagøtu er í skrivandi stund EM-toppskjútti í Serbia við heili 83 málum eftir sjey dystir. Tað eru trý fleiri, enn Óli Mittún skoraði, tá hann varð toppskjútti í U18 EM.

Í miðal beint undir 12 mál í miðal fyri hvønn dyst í Serbia: Føroyski spælskiparin er ikki smæðin fyri at skjóta og hevur nógvar dygdir har - eisini við brotskøstum (Mynd: Nikola Cimburovic)

Í miðal beint undir 12 mál í miðal fyri hvønn dyst í Serbia: Føroyski spælskiparin er ikki smæðin fyri at skjóta og hevur nógvar dygdir har - eisini við brotskøstum (Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-07 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2022 sló Óli Mittún av álvara sítt navn fast á stóra hondbóltspallinum. Hann hevði longu gjørt vart við seg á greipuvinnandi besta mansliðnum hjá H71, spælt ungdómslandsdystir saman við eldru árgangunum og gjørt tað framúr væl - verið við at vunnið Føroyum endaspælspláss og vunnið á Danmark í U20 EM.

Men tá tann tá 17-ára gamli hoyvíkingurin fór til U18 EM í Montenegro, við sínum "egnu árgangunum", blásti hann veruliga alt um koll og fekk stórt uppmerksemi í altjóða hondbóltsheiminum: Frálíkt og brúsandi spæl, toppskjútti í hvørjum dysti, samanlagt 80 mál í sjey dystum og kosin mest virðismikli spælarin í í kappingini.

Føroyar endaðu nummar 9 av 16 liðum í fyrsta U18 endaspælinum í søguni, við Óla Mittún á odda.

[object Object]
Óli Mittún fekk nógvar verjur at skelva á summri 2022.. Nummar 78 skoraði í miðal millum 11 og 12 mál í hvørjum dysti fyri Føroyar (Mynd: EHF)

Áðrenn tað triðja U18 EM-endaspælið á rað hjá Føroyum var greitt, at Boas Ellefsen á Skipagøtu fór at hava líknandi stóran leiklut sum systkinabarnið - og sum elsti beiggin Elias - hava havt á øðrum ungdómslandsliðnum.

Og ársins spælari í føroyskum manshondbólti sum bert 16-ára gamal, hevur eisini gjørt bart í Beograd.

Hann tekur eina rúgvu av avgerðum og eisini skotum. Onkutíð kiksar, men sum heild hevur Boas Ellefsen á Skipagøtu spælt eina stóra kapping, har Føroyar hava verið væl við í øllum dystunum og fingið stig í trimum teirra.

Móti Svøríki í dag skeyt nummar 14 hjá Føroyum 15 mál, harav 9 trygg brotskøst, samstundis sum Boas á Skipagøtu aftur átti nógv góð upplegg.

Sí eisini: Júst ov stuttir móti Svøríki

[object Object]
Dagsins spælari í tepra tapinum móti Svøríki: Nummar 14 við millum annað 15 málum (Mynd: Nikola Cimburovic)

Við máltalinum í dag, hevur Boas Ellefsen á Skipagøtu nú skotið 83 mál í teimum sejy dystunum higartil í Serbia.

Hetta er eitt miðaltal á beint yvir 12 hjá 16-ára gamla hoyvíkinginum, sum er í yngra árganginum: Flestu spælararnir í EM-endaspælinum eru føddir í 2008 ella 2009.

Harvið er dugnaligi spælskiparin nú trý mál frammanfyri syskinabarnið Óla, í mun til U18 EM og hevur tikið Mittún-metið fyr hesa kappingina.

Óli hevur tó áður skorað fleiri mál í einum endaspæli: Hetta var í U19 HM í 2023, tá hann skeyt 87 mál í átta dystum - og Føroyar endaðu nummar átta.

Kann gerast EM-toppskjútti

Boas er í harðari kapping við Yonathan Pelach úr Ísrael um toppskjúttaheitið í endaspælinum. Pelach hevði 75 mál undan dystinum móti Eysturríki, sum Ísrael spælir ímóti í løtuni

Sí yvirlit her

Teir báðir fara helst at kappast til tað seinasta sunnudagin, tá seinastu dystirnir eru á skránni í Serbia, og Føroyar spæla móti Serbia ella Póllandi fyri at tryggja HM-pláss til næsta ár (U19).

Nú 24 lið eru við í U18 EM, spæla øll liðini átta dystir. Um Boas á Skipagøtu fylgir sínum miðaltalið, so fer hann at liggja mitt í 90'unum fyri endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder