Champions League fótbóltur er aftur á skránni í kvøld, tá fyrstu dystirnir í næsta umfari verða spældir.
Størsti dysturin í kvøld verður spældur á Old Trafford í Manchester, har Manchester United fær vitjan av spanska felagnum Valencia. Fyri venjaran hjá Manchester United, Jose Mourinho, er talan um ein týdningarmiklan dyst, tí at vánalig úrslit higartil í ár hava lagt stórt trýst á venjaran, sum er favorittur til at verða fyrsti venjarin í Premier League, sum verður koyrdur hetta kappingarárið.
Í hinum dystinum í bólkinum tekur italska meistaraliðið Juventus ímóti Young Boys úr Sveis.
Ensku meistararnir úr Manchester City fara á vitjan hjá týska Hoffenheim. Manchester City hevur fingið ein góða byrjan uppá kappingarárið og liggja nummar eitt í Onglandi. Hoffenheim hevur megnað at spælt seg til Champions League í ár, og talan verður óivað um eina torføra uppgávu hjá týska liðinum. Tað kann eisini gerast trupult hjá Manchester City, sum nokk hevur eitt eyga á dystin sunnudagin, tá liðið skal spæla oddadyst móti Liverpool á útivølli.
Týska Bayern Munchen, sum hevur vunnið Champions League tríggjar ferðir, tekur á heimavølli ímóti Ajax úr Niðurlondum, sum hevur vunnið kappingina 4 ferðir. Men meðan Bayern Munchen verður talt sum eitt av fremstu liðunum í heiminum, kann tað sama ikki sigast um Ajax. Bayern Munchen eru stórir favorittar til dystin í kvøld.
Champions League meistararnir úr Real Madrid spæla í kvøld í Moskva, har CSKA Moskva tekur ímóti. Vanliga er hetta ikki nakað torført mótstøðulið, men ofta hevur tað víst seg, at russisku liðini væl kunnu gera ein vørr á heimavølli.
Dystirnir, sum verða spældir í kvøld eru:
Kl. 17:55
Hoffenheim – Manchester City
Juventus – Young Boys
Kl. 20:00
AEK Athens – Benfica
Bayern Munchen – Ajax
Lyon – Shakthar Donetsk
CSKA Moskva – Real Madrid
Roma – Viktoria Plzen
Manchester United – Valencia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald