HB og Víkingur hava í hesum kappingarárinum havt heilt ymiskar upplivingar á Argjum. Í 1. umfari megnaði Víkingur ikki at skora móti AB - HB skoraði fimm mál teir fyrstu tjúgu minuttirnar á Argjum seinasta sunnudag. Fýra av teimum setti Adria Justinussen í kassan. Trý av málunum komu eftir beinleiðis fríspark, og eitt kom eftir dribbling frá Adrian og eitt hart skot upp í longra málhorn. Fyrsta málið hjá HB var eitt upplegg frá nummar 7, tá hann sendi eitt gott fríspark inn í HB-brotsteigin, ið Øssur Dalbúð bert skuldi seta fótin á.
Adrian Justinussen í hopla (Myndir : Jens Kr. Vang)
Víkingur stríddist við AB í 1. umfari og fekk bert eitt stig - síðani hevur liðið vunnið báðar dystirnar
Víkingarnir vita væl av, at sjey'arin hjá HB skal tálmast: - Eg havi ikki sæð nógv til HB í ár, men eg veit bara, at Adrian helst ikki skal sleppa at skjóta - er tað ikki grundreglan? Soleiði segði liðformaðurin hjá teimum ljósabláu, Atli Gregersen, til seinast í samrøðuni við Portalin eftir 1-0 sigurin á NSÍ í Sarpugerði seinasta fríggjakvøldið. Ein sigur sum sambært Gunnari Vatnhamar vísti, at Víkingur eisini er við millum tey framstu
Les eisini: -Noyðast aftur at geva 110 prosent
Men hvat so við Adrian? Serliga Víkingur - felagið ið Adrian spældi fyri fram til summarið 2013 - hevur kent sviðan av hansara dygdum seinastu árini. Fýra mál í trimum dystum í 2018 (allar dystirnar), eitt hattrikk í uppgerð í Gundadali í fjør, umframt eitt frísparksmál í steypafinaluni í fjør. Adrian Justinussen skoraði eisini hattrikk, tá Víkingur og HB hittust í finaluni í Venjarakappingini í februar og eitt mál úr áleið 45 metrum í venjingardysti í Sarpugerði í farna mánaði. Toppskjúttin í deildini vísur í samrøðu við Portalin á, at HB skal halda góða stiman og vísa yvirskot - og hann fer sjálvandi aftur eftir at skora mál
Les eisini: -Vónandi verður tað eitt hattrikk aftur
HB spælir í kvøld uttan fyrrverandi vìkingin Heðin Hansen. Hann hevur spælt í miðverjuni hjá havnarfelagnum í ár men varð vístur út longu eftir eitt korter á Argjum fyri at kasta bóltin eftir mótstøðuleikara, ið hevði sparkað bóltin á Heðin, meðan hann lá niðri. Tá var støðan longu 3-0 til HB, og hon gjørdist 4-0, tá bóturin fór í spæl aftur takkað verður einum Adrian-frísparki. Daniel Johansen fekk reytt kort í Fuglafirði í 2. umfari fyri at sparka bóltin burtur, og samanlagt hevur HB næstan spælt líka leingi við tíggju monnum sum við ellivu í ár:
- Í seinastu dystunum hava vit spælt í undirtali leingi, so vónandi fáa vit einki reytt kort hendan dystin, tí nú er mótstøðan nógv sterkari, enn hon hevur verið farnu dystirnar, sigur Adrian Justinussen.
Heðin Hansen er ikki tøkur í kvøld orsaka av reyða kortinum seinast (
Delphin Tshiembe, sum varð spardur móti AB, fer allarhelst at manna miðverjuna saman við Bartal Wardum í kvøld. Daniel Johansen er tøkur aftur á vinstra bakki eftir leikbannið, nú HB av álvara skal royna seg móti einum av ovaru liðunum í ár - hetta verður fyrsta stóra royndin hjá liðnum hjá Jens Berthel Askou, ið eisini hevur eina grannauppgerð mánadagin. Í teimum trimum undanfarnu dystunum er bert eitt mál farið inn hjá Teiti Gestssyni.
Víkingur vísti veruliga styrki í pørtum av dystinum móti NSÍ. Í kvøld er uppgávan aftur stór - størri á pappírinum - men víkingarnir koma til høvuðsstaðin við fullari manning, ið er roynd og hsum hevur nógv sjálvsálit.
Lukasz Cieslewicz hevur seinasta áratíggju spælt eina rúgvu av grannauppgerðum móti HB fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrsta bríksl í Gundadali í kvøld verður klokkan 17. Vit eru á staðnum, dagføra frá dystinum og hava ymiskt tilfar frá honum.
4. umfar í Betrideildini
NSÍ - ÍF 5-0 (1-0)
8' Klæmint Olsen (Petur Knudsen) 1-0
50' Klæmint Olsen (Mórits Heini Mortensen) 2-0
57' Morits Heini Mortensen (Klæmint Olsen) 3-0
60' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 4-0
76' Betuel Hansen (Jann Julin Benjaminsen) 5-0
NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Daivdsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Bárður Jógvansson Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Jann Julin Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen
ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L) (28' Sámal Joensen), Andy Olsen - Hákun Edmundsson, Bogi Løkin - Dànjal á Lakjuni (24' Gundur Ellingsgaard Petersen), Filip Djordjevic, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Uros Stojanov
Myndir frá dystinum
TB - B36 1-3 (1-2)
6' Michal Przybylski 0-1
29' Poul Ingason (John Villi Wøldike Leo) 1-1
40' Sonni Ragnar Nattestad 1-2
48' Meinhard Olsen 1-3
TB (4-2-3-1): Meinhardt Joensen - Eirikur Ellendersen, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo - Jens Erik Bruhn, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson - Poul Ingason
B36 (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel
Myndir frá dystinum
Støðan:
1. B36 (12 stig) *
2. NSÍ (9 stig) *
3. HB (9 stig)
4. Víkingur (7 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig)
7. ÍF (3 stig)*
8. AB (1 stig)
9. TB (0 stig) *
10. Skála (0 stig)
*Ein dyst fleiri
Les eisini: B36 og NSÍ avgjørdu tíðliga í 2.hálvleiki
Hósdagin 28.05:
17.00: HB - Víkingur
19.00: KÍ - EB/Streymur
Skála - AB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald