7. juni í 2016 stríddist HB fyri at koma víðari í Europa League í Gundadali ímóti FC Levadia. Í 70 minuttir lá HB til at koma víðari, tí í fyrra dystinum í Tallinn endaði tað 1-1. Levadia fekk tó sítt útivallarmál, og í yvirtíðini varð sigurin staðfestur. Hetta kappingarárið endaði HB á 5. plássi, og tað gjørdi stórfelagið eisini ári eftir. Harvið luttók HB ikki í evropeiskum fótbólti í 2017 og 2018, men eftir óvanliga sannførandi FM-heitið í fjør eru teir í reyðum og svørtum aftur, har teir hoyra heima.
Bolt.fo hevði fyri kortum eina samanteljing yvir evropeisku avrikini hjá føroysku liðunum. Sambært listanum hevur HB flest dystir, heili 50, og flest stig (24). Hetta er 0,48 stig í miðal og fjórðhægst av teimum føroysku liðunum.
HB skal í ár spæla í Champions League á áttanda sinni - greitt flest av føroysku liðunum. Í 2014 spældi HB seg á fyrsta sinni víðari í kappingini. Eftir 1-1 javnleik í hitanum á Gibraltar, endaði tað heili 5-2 í Gundadali ímóti Lincoln Red Imps. Í 2. umfari var FK Partizan ov sterkt og vann 6-1 samanlagt.
(Símun Samuelsen hevur nógvar royndir í evropeiskum fótbólt; hann var tó ikki við í 2016, tá HB seinast spældi í Evropa. Tá spældi Ari Mohr Olsen sínar fyrstu dystir - Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var ikki fyrstu ferð, at HB kom víðari í evropeiskum fótbólti; í 1993 tapti HB tepurt í Lettlandi, men kom víðari í gomlu "Cup Winners Cup" uttan at spæla dystin í Føroyum. Hópurin hjá RFA Jelgava fekk ikki lent vegna mjørka í Vágunum og tapti harvið 3-0 á skrivaraborðinum.
Flestu av hinum stigunum hjá HB í Evropa eru komin við góðum javnleikum, ella við sigrum á heimavølli í seinna dystinum eftir at uppgerðin longu er avgjørd. 3-0 sigurin á WIT Georgia í Champions League í 2004 og 1-0 sigurin á FC Salzburg eru góð dømi um hetta seinna. Í kvøld skal HB skriva nýggja evropeiska søgu.
UEFA Champions League - 1. umfar, fyrri dysturin
Helsinki, 09.07, kl.17.00 (FO tíð)
HJK Helsinki - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald