placeholder
Annað

Nú verður FM í Landavegsúkkling 2018

Kappast verður í døgunum 4. - 6. oktober.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2018-10-02 17:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í hesari vikuni verður kappast um føroyska meistaraheitið í súkkling, og kappast verður um trý meistaraheiti. Kappast verður i Býarkoyring, Einkultstartur og Landavegsúkkling, og eru hetta somu kappingar sum kappast verður á á Oyggjaleikum.

Kappast verður í døgunum frá 4. til 6. oktobur. Hóskvøldið verður kappast í Býarkoyring, og kappast verður í hjartanum av Havnini.


Friggjadagin verður kappast í Einkultstarti, har málið er á Sornfelli, og leygarmorgun verður kappast í Landavegsúkkling. Her er startur og mál við bilasøluna hjá Wenzel.

- Tórshavnar Súkklufelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder