Annað

Nýbrot innan ríðing í Føroyum

Kamband úr Húsavík og Gunnar Justinussen vunnu fyrstu kappingina í Gøðingakeppni í Føroyum.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2019-12-01 21:34 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hetta vikuskiftið hava íslensku reiðvenjaranir Ingibergur Árnason og Sindri Sigurdsson verið á vitjan. Teir hava fingið nógv av skaftið og í dag fyriskipaðu teir fystu Gæðingakeppni kappingina her hjá okkum. At hjálpa teimum høvdu teir Jóanis í Hoygarðinum, sum er ein tann føroyski reiðmaðurin við mest altjóða royndum. Teir tríggjir dømdi eisini kappingina í dag.

Kappingin var á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag og øll reiðfólkini ið luttóku komu frá Føroyskt Íslandsrossafelag. Kappingin var leingi sera tøtt, Heri Dahl reið fystur og var á odda líka til Gunnar Justinussen sum seinasta reiðfólk kom á vøllin - Hann og hesturin Kamban úr Húsavík kláraði seg sera væl, og at enda var eingin í ivi um at teir vunnu ein væl uppibornan sigur.

Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandinum vónar at hetta verður ein kapping sum fer at vinna frama millum reiðfólk í Føroyum, kappingin hevur nógvar fyrimnunur, ið gera at tað átti at verið gjørligt hjá nógvum reiðfólkum ið vanliga ikki kappast at vera við. Men serliga gleðist formaðurin í sersambandinum um, at hann metir at hetta er ein kapping ið kann sameina reiðfeløgini enn meira, tí her kunna øll vera við á jøvnum fóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder