Fótbóltur

Nýggj andlit kunnu vera at síggja á A-landsliðnum

Í morgin verður endaligi hópurin hjá Lars Olsen og Jóannes Jakobsen kunngjørdur.

Nakrir av hesum U21-leikarunum eru um boðið til A-landsliðið hesaferð

Nakrir av hesum U21-leikarunum eru um boðið til A-landsliðið hesaferð

2018-11-08 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur tvær uppgávur eftir í ár. Talan er um seinastu dystirnar í Nations League bólkaspælinum. Báðir eru á útivølli; tann fyrri í Aserbadjan (17/11) og síðani á Malta (20/11)

Síðani Betri-deildin endaði seinasta vikuskifti í oktober, hava fleiri av teimum  heimligu leikarununum, umfamt teir ið hava sína dagligu gongd í íslendskum fótbólti, vant regluliga saman. 24 leikarar vórðu tiknir út til venjingarhópin. Harav vóru sjey, ið hava spælt við U21-landsliðnum í farnu undankapping.

Tað kann hugsast, at tað vera onkrar broytingar í hópinum, og at nýggir mans sleppa framat at royna seg. Alex Mellemgaard, Tróndur Jensen og Pól Jóhannes Justinussen vóru ímillum teir, ið vóru úttiknir til at venja við, men allir tríggir hava givið avboð til komandi landsdystirnar vegna skaða.

Tað er tí so at siga greitt, at nakrir av U21-leikarunum verða úttiknir. Hóast kappingin um álopsplássini eru hørð, so er Jákup L. Thomsen eitt gott boð. Vandamikli áleyparin, ið hevur gjørt um seg í FH seinastu mánðirnar er ein framtíðarmaður. Tað eru ikki so nógvir leikarar til kantplássini, og tað kann hugsast, at Meinhard E. Olsen fer at koma við í hópin. 21-ára gamli leikarin hevur havt eitt sera gott kappingarár í B36. 

Bartal Wardum var frálíkur í miðverjuni hjá HB í ár, og Jóannes Kalsø Danielsen var ein av allarbestu bakkunum og ungu leikarunum í Betri-deildini í ár. Hesir báðir verjuleikarnir banka uppá, og tað gera miðvallarnir hjá KÍ, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð eisini. Báðir spældu væl í seinastu U21-landsdystunum. 

Toppskjúttin í Betri-deildini. Ársins leikari, ungi leikari og miðvallari hevði verið eitt upplagt boð til hópin. Men 20-ára gamli Adrian R. Justinussen hevur ikki spælt útidystirnar hjá U21 í ár; hann stríðist við flogræðslu. 

Í annaðkvøld kunngerð Lars Olsen hópin. 12 útisetar eru longu úttiknir. Hetta merkir, at 11 nøvn afturat skulu avdúkast. 

Hesir eru úttiknir higartil:
Gunnar Nielsen
Sonni Ragnar Nattestad
Heini Vatnsdal
Viljormur Davidsen
Rene Shaki Joensen
Rógvi Baldvinsson
Hallur Hansson
Kaj Leo í Bartalsstovu
Brandur Hendriksson Olsen
Gilli Rólantsson Sørensen
Finnur Justinussen
Jóan Símun Edmundsson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder