Fótbóltur

Nýggj føroysk leikskipan ímóti Kosovo

Føroyska liðið er sett, og greitt er nú, at føroyingar spæla við trimum miðverjum í dag, og tveir nýggir leikarar koma inn.

Liðformaðurin Atli Gregersen kemur at hava  tveir makkarar í miðverjuni í dag. Rógvi Baldvinsson, ið sæst í bakgrundini við ennibandinum, kemur inn á miðvøllin. Kaj Leo í Bartalsstovu verður á bonkinum
(Mynd: Sverri Egholm - frá venjing í gjár)

Liðformaðurin Atli Gregersen kemur at hava tveir makkarar í miðverjuni í dag. Rógvi Baldvinsson, ið sæst í bakgrundini við ennibandinum, kemur inn á miðvøllin. Kaj Leo í Bartalsstovu verður á bonkinum (Mynd: Sverri Egholm - frá venjing í gjár)

2018-10-14 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við tíðindafundin hjá Føroyum í gjár gjørdist greitt, at tað var góður møguleiki fyri, at Føroyar fóru at spæla við trimum í miðverjuni í dag.

Uppá spurningin frá Portalinum um møguligar broytingar í manning og í leikskipan, segði Lars Olsen, at hann og Jóannes Jakobsen umhugsaðu 1-2 broytingar, og at fara yvir at spæla við trimum í miðverjuni.

Les eisini: Lars Olsen: Umhugsa at broyta leikskipan

Í samrøðunum eftir venjing vóru Atli Gregersen og Odmar Færø jaligir umkring hesa møguligu broyting.

Sí eisini:
Video: Vildi býtt heiðurin um við trý stig
Video: - Eg hopi bara eg sleppi uppí

Nú er liðið avdúkað, og tveir nýggir leikarar koma inn. Rógvi Baldvinsson kemur inn á miðvøllin, og Sonni Ragnar Nattetad, ið er tøkur aftur eftir leikbann, kemur inn í miðverjuna. Og tað verða tríggir leikarar í miðverjuni; eitt slag av 5-4-1 leikskipan. 

Jóan Símun Edmundsson verður aftur áleypari, og tað hevur við sær at Finnur Justinussen hesaferð byrjar á bonkinum. Kaj Leo í Bartalsstovu er eisini uttanfyri frá byrjan hesuferð.

Føroyar (5-4-1):
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen – Jóan Símun Edmundsson.

Fyrsta bríksl ímillum Føroyar og Kosovo er klokkan 17.00

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder