Granskingarráðið: - Hvussu máta vit ymiskar kropsligar førleikar í intervalítrótti? - Hvørjir eru munirnir ímillum mátingar til badminton og rugby íðkarar? - Hvussu samantvinna vit tey kropsligu krøvini í einari ítróttagrein við ymiskar mátingar og hvussu nýta vit ymiskar mátingar í planleggingini av kropsligari venjing? Hetta eru bara nøkur evni, sum nýggja vísindaliga greinin viðger og staðfestir.
Í summar hevur eitt stórt granskingartoymi útgivið eina yvirlitsgrein – “consensus statement” – við royndum og vegleiðing um kropsligar mátingar av ítróttafólki.
Í toyminum er Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi á Fróðskaparsetrinum, saman við donskum samstarvsfeløgum og amerikanska ítróttarmedisinska felagsskapinum, American College of Sports Medicine (ACSM).
Greinin ber heitið: Testing in Intermittent Sports – Importance for Training and Performance Optimization in Adult Athletes. Hon er útgivin í ACSM-tíðarritinum Medicine and Science in Sport and Exercise. Talan er um grein, sum er umbiðin fyri at fáa altjóða serfrøðingar innan hetta økið at staðfesta vísindaligu próvførsluna fyri mátingar av ymiskum kropsligum førleikum í so at siga øllum intervalítróttargreinum.
Magni Mohr sigur soleiðis um nýggju greinina:
– Í greinini viðgera vit próvførsluna fyri at brúka ymiskar testir av treysti, skjótleika, styrki, acceratiónsevnum, rætningskiftum og lopum í nærum øllum bóltspølum/liðítróttum, í ketsjaraspølum og annars øðrum intervalítróttagreinum. Vit leggja okkum eftir, at testirnar skulu vera “validar”, altso relevantar (specifikkar) í mun til kropsligu krøvini í ítróttagreinini, og so skulu tær vera skikkaðar í mun til at kunna vísa veruligar fysiologiskar broytingar.
Tað er ACSM, heimsins størsti ítróttamedisinski felagsskapur, sum hevur umbiðið arbeiðið, og greinin er eisini skrivað saman við ACSM-granskarum. Eitt “consensus statement” er ein yvirlitsgrein, har serfrøðingar innan eitt ávíst øki taka støðu og gera niðurstøðu um eitt vísindaligt fyribrigdi – í hesum føri mátingar av intervalítróttafólki.
Magni Mohr sigur, at greinin eisini er ætlað sum ein vegleiðing til tey, sum takast við venjing av úrvalsítróttafólki, til úrvalsdeplar, feløg og venjarar:
– Vit koma eisini við tilmælum og alt byggir sjálvsagt á dygdargóða gransking, so at tey sum vara av úrvalsítróttafólkum kunnu fáa vísindaliga grundaða vegleiðing. Seinastu 20 árini er ítróttagransking vorðin ein neyðugur partur av at skula avrika á hægsta stigi. Tí hevur ein slík grein, sum staðfestir, hvussu vit eiga at máta ymisku avrikstættirnar í intervalítrótti, týdning fyri tey, sum kappast og ynskja at gerast betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald