2022-09-20 19:15
Bridgefeløgini í Havn hava í longri tíð arbeitt við at fáa eitt nýtt bridgehús, tí tað gamla bridgehúsi skuldi takast niður.
- Vit hava fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, sum hevur keypt tað gamla húsið og leigað okkum stykki at byggja, skriva bridgefeløgini í Havn í felags skrivi.
Articon hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði januar 2022 við at planera stykkið. Formar vóru settir upp, og nú stendur tað liðugt.
- Vit hava opið hús sunnudagin 25. september kl 14-15 har fólk kunnu koma á gátt og hyggja at húsinum.
- Hava tit hug at spæla bridge, so er møguleiki til tað frá kl 15-18 har vit hava eina kapping, so tað er bert at koma, siga bridgefeløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald