1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum varð leikt seinnapartin. Sjón fekst aftur fyri søgn, at EBS/Skála ikki er í sama standi sum í fjør, og at roknast kann helst við einari javnari kapping enn í fjør.
KÍ vil aftur bjóða av um FM, og klaksvíkskvinnur fingu eisini trý stig í fyrstu royndini. Tað var tó eftir tógvið stríð á heimavølli ímóti B36. Heimaliðið kom á odda eftir tíggju minuttir, men tíggju minuttir seinni javnaði B36 við brotssparkið. 1-1 var eisini støðan í hálvleikinum. Avgerandi málið kom, tá ein stórur tími varð leiktur. Tað var sum so ofta fyrr hjá KÍ Rannvá B. Andreasen, ið traðkaði til og tryggjaði KÍ trý stig.
Durita Hummeland, ið skifti frá EBS/Skála í vetur, var at síggja í bláa búnanum í dag (Mynd: Norðlýsið/Oliver Joensen)
Felagsliðini í deildini hittust í Sarpugerði. B68 hevur lagt saman við ÍF/Víkingi, ið vísti lovandi taktir í fjør. Nýggja liðið fekk eisini eina góða byrjan við tryggum sigri á EBS/Skála. Leikandi venjarin, Jacoba Langgaard, skoraði beinanvegin, og grundinin var bygd. Hjørdis Rasmusdóttir skoraði tvær ferðir fyri heimaliðið í 2. hálvleiki, og ÍF/Víkingur/B68 er oddalið frá byrjan. EBS/Skála byggir upp av nýggjum eftir at nógvir lyklaleikarar frá í fjør mangla. Summar koma tó við seinni í ár.
HB, ið má metast sum ein av uppløgdu favorittunum til FM, sat yvir í 1. umfari.
Betrideildin - 1. umfar:
KÍ - B36 2-1 (1-1)
1-0 Tóra Mohr
1-1 Emma Hansdóttir (br.)
2-1 Rannvá B. Andreasen
ÍF/Víkingur/B68 - EBS/Skála 4-1 (1-0)
1-0 Jacoba Laangaard
2-0 Hjørdis Rasmusdóttir
3-0 Annika Ragna Christiansen
3-1 Birna T. Mikkelsen
4-1 Hjørdis Rasmusdóttir
2. umfar:
2 | 17.03.19 | EBS/Skála | HB | - | |
2 | 17.03.19 | B36 | ÍF/Víkingur/B68 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald