Tilgongdin til nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur verið drúgv. FSR, Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava leingi arbeitt við verkætlanini og, sum vera man, so eru nógvir snøklar, ið skulu fáast upp á pláss, áðrenn alt kann setast í gongd.
Eftir at hava húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð, er nú komið hartil, at spakin verður settur í. Hetta hendir í morgin, ónsdagin 3. november, klokkan 16:00 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað verður Egon Rasmussen úr Øravík, ið loysir “fyrsta flagið”. Egon er, sambært FSR, elsti núlivandi rógvari hjá FSR, ið setur seg føran fyri at sita handan stýripinnarnir á stóru gravimaskinuni hjá MTV-byggivirki, ið skal standa fyri útgrevstrinum. Staðsetingin er á Hvítanesi, beint vestanfyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, har arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu halda til í dag.
Uni Jacobsen, formaður í FSR, sigur, at tað er ein góð kensla, nú tað endiliga verður farið í gongd. Verkætlanin, ið kemur at kosta umlrið 10,3 milliónir krónur, er partvíst fíggjað av LOA-Grunninum, Tvøroyrar kommunu og FSR.
Neystið verður umleið 12x30 metrar, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum. Uni sigur, at talan verður um ein veruligan sjódepil og fer tað ikki einans at snúgva seg um rógving við føroyskum bátum. Har verður møguleiki fyri kajakkrógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp, sauna(kemur seinni) og øðrum viðkomandi aktivitetum.
- Atkoman hjá rørðslutarnaðum er tonkt inn í alla verkætlanina. Atkomuligt er bæði í erva og neðra við koyristóli og lyft er eisini inni í húsinum. Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn. Talan verður um jørð- ella sjóhita
Tvøroyrar kommuna ynskir FSR hjartaliga til lukku við komandi neystinum og vónar at nýggju og betraðu umstøðurnar kunnu vera við til at leggja gróðrarbotn fyri enn størri virksemi í felagnum - býnum og borgarunum til gagns.<
Tvøroyar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald