Annað

Nýggja ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag letur upp í dag

Uttan eldsálir og sjálvboðin var eingin ríðihøll í Vágum, sigur Ríðisamband Føroya – Høllin í Miðvági letur upp kl. 12.

F.v. Zacharias R. Jacobsen, Regin Poulsen, Egil W. Hansen, Tummas Hans Gaardlykke, Brandur í Dali RF og Thorfinn Nielsen (Mynd: Ríðisamband Føroya)

F.v. Zacharias R. Jacobsen, Regin Poulsen, Egil W. Hansen, Tummas Hans Gaardlykke, Brandur í Dali RF og Thorfinn Nielsen (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2023-05-13 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 12 verður nýggja ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag tikin í nýtslu.

Høllin er bygd í Miðvági, og er eisini ein lon av rossahúsum, bygt fast í høllina.

– At høll og rossahús eru komin upp at standa, er mest hesum monnunum á myndini omanfyri at takka – Uttan hesar eldsálirnar og øðrum sjálvbodnum, so var enn eingin ríðihøll í Vágum, sigur Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.

– Tí fór Ríðisambandið á vitjan seint í gjárkvøldið, at geva teimum eina lítla heilsan, sum virðismeting fyri stóra arbeiði teir hava gjørt fyri ríðingina í Vágum. Hóast kl. var 10 fríggjakvøld, vóru teir alllir í høllini og arbeiddu.

– Teir hava við kassameistarinum Regini Poulsen eisini gjørt eitt risa arbeiði við at skaffa stuðlar og aðra hjálp til høllina. Hetta arbeiðið er so gott gjørt, at nú høllin stendur liðug, er eingin skuld í høllini, og hon er ogn hjá Vága Ríðingarfelag.

Høllin sum er í Miðvági, letur alment upp klokkan 12 í dag. Tá fer kendi reiðmaðurin, Svenning Reinert, at ríða inn í høllina. Aftaná verður alment tiltak, har fólk fáa høvið at síggja høllina og ymisk dýr verða at síggja, umframt hoppiborgir o.a.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder