
Týsdagin 12. august rann langteinarennarin Julian Gregersen ein framúr 1500 metrar til Trafford AC Grand Prix í bretska býnum Manchester, har hann setti nýtt føroyskt met.
Við tíðini 3:54,36 min sló hann 33 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen (3:54,39), sum hevur staðið síðan 1992, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Í juni tók hann eisini eitt annað met hjá Albert Marna Joensen, 32 ára gamla metið á 5 kilometrar á landavegi.
Les eisini: Setti met í 5 kilometra renning
Á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum gjørdi Julian Gregersen eisini ein sera góðan profil, har hann vann fleiri heiðursmerkir – m.a. gull saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð í liðkappingini á hálvmaraton.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald