At Diego Armando Maradona hevur nógv at siga fyri fólk í Argentina hevur lítið verið at ivast í hesi seinastu áleið 35 árini. Hann var ein risastór stjørna áðrenn HM í Meksiko í 1986, har hann rúnarbant hyggjarar kring heimin, og um nakar var maðurin, ið tryggjaði Argentina sítt seinna heimsmeistaraheitið.
Eftir at Diego Maradona andaðist í gjár, 60 ára gamal og orsakað av hjartatilburði og trupulleikum í lungunum, varð líkið flutt á forsetaborgina í Buenos Aires, og Alberto Fernández lýsti landasorg í tríggjar dagar.
Les eisini:
Fótbóltsgudurin yvir øllum er farin
Landasorg í Argentina
Maradona hevur verið nógv heiðraður á sosialum miðlum seinasta samdøgrið, og er tað nakað annað stað í heiminum enn í Argentina, og serliga í Buenos Aires, at hann hevur støðu næstan sum ein gudur, so er tað í Napoli. Tá Diego Maradona kom til felagið í Suðuritalia úr Barcelona í 1984, hevði tað ongantíð vunnið eitt meistaraheitið. Tað broytti lágvaksni gandakallurin við 10-talinum á rygginum uppá.
Bæði í 1987 og í 1990 vann Napoli krútsterku Serie A, og Maradona er veruliga ein hetja í býnum. Hann hevur verið heiðraður uttanfyri leikvøllin í gjárkvøldið og í dag, og nú fer San Paolo skjótt at bera hansara navn. Luigi De Magistris, borgarstjóri, sigur við AP tíðindastovuna, at tilgongdin fór longu í gongd í morgun, og at hon helst fer at ganga skjótt, tí hann ímyndar sær ikki, at nakar fer at seta seg ímóti, at leikvøllurin hjá S.S.C Napoli framyvir skal eita San Paolo-Diego Armando Maradona
Fótbóltur
Nýtt navn í Napoli: San Paolo-Diego Armando Maradona
Luigi De Magistris, borgarstjóri í suðuritalska býnum, váttar fyri altjóða miðlum, at tilgongdin at broyta navnið á leikvøllinum er farin í gongd - hetta fyri at heiðra deyðu hetjuni.
2020-11-26 19:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald