Fótbóltur

Fótbóltsgudurin yvir øllum er farin

Diego Armando Maradona 30.10.1960 – 25.11.2020.

2020-11-25 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landasorg hevur rakt suðuramerikanska landið Argentina, nú tað frættist at fótbóltsgudurin yvir øllum, Diego Armando Maradona, er deyður av einum hjartatilburði, 60 ára gamal.

“Tú fert altíð at vera í okkara hjørtum”, ljóða sorgarboðini frá Argentinska fótbóltssambandinum á Twitter við eini mynd av Maradona kyssandi heimsmeistarasteypin og tekstinum “Eterno” – “Í ævir”.

 

 

Maradona spældi fyri Barcelona í Spania og Napoli í Italia. Hann megnaði at føra suðuritalska liðið frá at vera eitt botnlið til eitt meistaralið.

Hann skoraði 34 mál í 91 dystum fyri Argentina, og var við í fýra heimsmeistarakappingum.

Hann var liðskipari fyri argentinska landsliðið longu í 1986, tá Argentina vann heimsmeistaraheitið í Meksiko, millum annað við nógv umrødda “Hand of God” málinum móti Onglandi í fjórðingsfinaluni.

Í 1990 førdi hann land sítt fram til finaluna í Italia, har teir taptu móti Vesturtýsklandi. Fýra ár seinni, í USA í 1994, varð Diego Maradona sendur heim eftir at hann varð avdúkaður fyri at hava tikið ólógliga efnið efedrin. Hann var eisini fleiri ferðir avdúkaður at hava tikið rúsevnið kokain.

Hann gavst sum professionellur fótbóltsspælari í 1997. Tá spældi hann fyri Boca Juniors heima í Argentina.

Síðan hevur hann roynt seg sum venjari, men uttan ta stóru eydnuna. Hann hevur millum annað verið argentinskur landsliðsvenjari og eisini roynt seg í Arabisku Emiratinum, í Meksiko og heima í Argentina.

Herundir nakrar myndir av Diego Maradona hesi seinastu árini frá myndatænastuni EPA

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder