2020-06-22 08:20
Nýggja ríðingarfelagið Sleipnir útskrivar nú kapping um búmerki.
Búmerkið skal nýtast á búnum, alnótini, marknaðarføringstilfari og á ognum hjá felagnum.
– Vit ynskja, at búmerkið tekur atlit til áttabeinta hestin Sleipnir hjá Óðini í Norrønu gudalæruni, sigur nevndin í Sleipnir í tíðindaskrivi.
Freistin at senda inn uppskot er 12. juli klokkan 23.59.
Vinnandi uppskotið fær 3.000 krónur.
Meira um kappingina kann lesast her.
Sleipnir er nýtt ríðingarfelag, ið varð stovnað fyrr í ár. Felagið hevur heimstað í Lamba, og í vár gjørdist felagið partur av Ríðisambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald