Fótbóltur

Oddabrak á Anfield í kvøld

Mourinho og Tottenham vitja Liverpool og Klopp - bæði liðini hava 25 stig. Tríggir dystir í 13. umfari byrja klokkan 18, og seks dystir verða spældir í kvøld.

Tað er Mourinho móti Klopp - nummar eitt ímóti nummar tvey (Mynd: EPA)

Tað er Mourinho móti Klopp - nummar eitt ímóti nummar tvey (Mynd: EPA)

2020-12-16 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skráin í Premier League er tøtt, og í kvøld verða seks dystir leiktir.

Áhugavert verður, um Arsenal kann kom aftur á sigurskós, tá sterka Southampton vitjar. Aðrastaðni í London er ein týdningarmikil dystur í botninum - Fulham tekur ímóti Brighton - og ein beinleiðis London-uppgerð.

Tvey søgurík og stolt feløg spæla í Leeds, og í Leicester skal Everton royna at nærkast oddinum, meðan heimaliðið kann enda kvøldið við at vera oddalið í Premier League. Hetta verður veruleiki, um liðið hjá Brendan Rodgers, og at tað endar við javnleiki á Anfield.

[object Object]
Harry Kane og Georginio Wijnaldum í nærdysti í Champions League-finaluni millum feløgini í fjør (Mynd: EPA)

Har bresta liðini hjá Jurgen Klopp og Jose Mourinho saman - tey ovastu liðini í Premier League. Tað er óvæntað, at Tottenham er heilt frammi í oddinum, nú jólini nærkast, meðan tað á ongan hátt kemur óvart á, at Liverpool er heilt væl við. Mongu skaðarnir hava ikki forðað fyri hesum, men Jose Mourinho vísti á tíðindafundinum í gjár á, at Liverpool í løtuni hevur so at siga sterkasta liðið tøkt. 

Sokallaðu "mind-games" eru harvið í gongd, og so verður áhugavert at síggja, hvat fer at henda á vøllinum í kvøld: Liverpool kemur helst at hava bóltin nakað væl meira og royna at spæla skjótt, meðan Tottenham fer at bíða meira, vera væl skipað og dúga uppá skjót mótálop. Liverpool hevur vunnið tepurt í seinastu dystunum millum liðini.

Tað kann í øllum førum gerast heilt spennandi, og kvøldið kann flyta nakað og møguliga at gerast eitt markamót í kappingarárinum.


13. umfar
Í dag - 16. desember
18.00: 
Arsenal - Southampton
Leeds - Newcastle
Leicester - Everton

20.00: 
Liverpool - Tottenham
Fulham  - Brighton
West Ham - Crystal Palace

Í gjár - 15. desember
Wolves - Chelsea 2-1 (0-0)
49' Oliver Giroud 0-1
66' Daniel Podence 1-1
95' Pedro Neto 2-1

Manchester City - West Bromwich 1-1 (1-1)
30' Ilkay Gundogan 1-0
43' Sjálvmál 1-1

Les eisini: Chelsea og City snávaðu

Í morgin - hósdagin 17. desember
18.00: Aston Villa - Burnley
20.00: 
Sheffield United - Manchester United 

Støðan:
1. Tottenham 25
2. Liverpool 25
3. Leicester 24
4. Southampton 23
5. Chelsea 22
6. Manchester City 20
7. West Ham 20
8. Everton 20
9. Manchester United 20
10. Wolves 20
11. Aston Villa 18
12. Crystal Palace 17
13. Newcastle 17
14. Leeds 14
15. Arsenal 13
16. Brighton 10
17. Burnley 9
18. Fulham 8
19. West Bromwich 7
20. Sheffield United 1 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder