Eftir landsliðssteðg fer Betrideildin í gongd aftur í vikuskiftinum. Stórur spenningur er um dystirnar, sum nú standa til at verða leiktir leygardagin.
Upprunaliga skuldu oddadystirnir í 15. umfari leikast sunnudagin 23. august. Men av tí at tey fýra innblandaðu liðini - KÍ, B36, HB og NSÍ - skuldu leika evropeiskar dystir um tað mundið, vórðu dystirnir fluttir til hósdagin 10. september.
Hetta var tó bert tveir dagar eftir U21-landsdystin, ið varð leiktur seinnapartin. Øll liðini hava leikarar við har, harvav B36 er best umboðað av teimum.
Mynd: Sverri Egholm
Síðani vórðu dystirnir fluttir til fríggjadagin 11. september, men seinast í farnu viku fingu feløgini at vita, at dystirnir skulu spælast leygardagin 12. september. Hetta skrivar Norðlýsið, har formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter, greiðir frá, hví broytingin fór fram - politikkur er, at tað skulu vera minst fýra dagar millum dystir, tá altjóða dystir sum landsdystir ella Europa dystir eru á skrá.
Sambært in.fo vóru KÍ, HB og NSÍ ímóti at spæla leygardag. Hesi trý standa til at spæl aftur týsdagin 15. september í 19. umfar, meðan dysturin hjá B36 í hesum umfarinum (úti móti ÍF) er fluttur til 28. oktober, tí at B36 skal spæla í Europa League mikudagin 16. oktober. Nú er greitt, at eisini HB og NSÍ spæla sín dyst í 19. umfari 28. oktober - hann er ímóti hvørjum øðrum. Óvist er, hvussu verður við dystinum á Skála, har KÍ vitjar.
Um fleiri broytingar fara fram ella ikki, er óvist, men sum nú er verður toppfótbóltur í Klaksvík og við Løkin leygarkvøldið.
15. umfar í Betrideildini - útsettir dystir frá 23. august
18.00: KÍ - HB
20.00: NSÍ - B36
19. umfar
13/9
EB/Streymur - Vìkingur
AB - TB
(15/9)
Skála - KÍ
28/10
HB - NSÍ
ÍF - B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald