10. september 2019 taptu Føroyar 7-1 í Norðurmakedonia. Nú, næstan eitt ár seinni, tá liðini hittust aftur, var bert eitt mál á muni.
Myndir frá dystinum
Sigast má, at avrikið hjá ungu føroysku monnunum var gott, og at liðið allatíðina søkti at fyri at fáa stig. 1-0 málið varð sett inn av sterka Milan Ristovski, ið til dagliga spælur í bestu deildini í Kroatia. Samuel Chukwudi fekk blokerað fyrra skotið hjá honum, men Ristovski varð knappur, tá bólturin aftur fall til áleyparan.
Útiliðið hevur her lagt seg á odda 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)
Tíverri fyri Føroyar kostaði eitt stórt mistak í uppspælinum, tá tíggju minuttir vóru eftir. Føroyska liðið hevði annars verið nær við nakrar ferðir fyrr í hálvleikinum, har bæði Pætur Petersen og Petur Knudsen komu í góðar skotstøður, men málverjin hjá makedónum bjargaði í báðum førum. Í byrjanuni av hálvleikinum var nær við, at útliðið gjørdi sær dælt av stórum mistøkum hjá føroyingum. Tá tíggju minuttir vóru eftir spældi Rói Mørk Hentze, ið tá var nakað uti úr málinum bóltin mitt í føturnar á Erdon Daci, ið síðani rullaði bóltin í eitt tómt mál til 2-0.
Føroyingarnir reistust tó beinanvegin aftur. Fyrst var Ari Olsen nær við, men skotið hjá álopskenda bakkinum fór beint omanfyri, eftir at Jonn Johannessen hevði hælað bóltin út til hann. Tað var Petur Knudsen úr NSÍ, ið var mest eyðsýndur í álopskenda spælinum hjá Føroyum, og í 83. minutti stríddist hann væl fyri at halda fast í bóltinum nakað uttanfyri brotsteigin í vinstru. 9'arin kom í skotstøðu beint uttanfyri brotsteigin, og umvegis ein verjuleikara og beinið á málverjanum fór bólturin í málið.
Petur hevur her skorað fyri aðru ferð innan eina viku fyri U21-landsliðið - Andri Benjaminsen, ið hesuferð byrjaði inni á vinstra bakki fagnar honum (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var tó tíverri ikki nóg mikið hjá Føroyum, ið ikki fingu lagt veruligt trýst á seinastu løtuna. Liðið hjá Sámal Erik Hentze sá tó heilt gott út í løtum í dag og tyktiskt aftur gott skipað uttan bólt - tað varð arbeitt hart og eisini hótt til tíðir.. Miðverjan við Samuel Chukwudi og liðformanninum Bjarna Petersen tykist at rigga væl, og Magnus Holm Jacobsen spældi aftur sera væl á verjukenda miðvøllinum.
Magnus Holm Jacobsen í einum av sínum mongu nærdystum (Mynd: Sverri Egholm)
U21-landsliðið skal aftur í eldin 8. oktober. Tá kemur Spania á vitjan.
U21 EM-undankapping - bólkur 6
Tórsvøllur, 08.09
Føroyar - Norðurmakedonia 1-2 (0-1)
16' Milan Ristovski 0-1
80' Erdon Daci 0-2
83' Petur Knudsen 1-2
Føroyar (4-4-2): Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Andri Benjaminsen – Pætur Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic (85' Ragnar Samuelsen), Lukas Giessing (85' Steffan Abrahamsson Løkin) – Petur Knudsen, Jonn Johannessen.
Venjari: Sámal Erik Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald