Tríggir dystir í Betrideildini hjá kvinnum verða leiktir í dag, Skírisdag. Ein dystur varð leiktur í gjár - talan var um ein tættan dyst millum uppflytararnar, har tað endaði við, at tær úr Vágum vóru omaná.
3. umfar - Skírishósdag, 1. apríl
13.00: NSÍ - Víkingur
15.00: B36 - EBS/Skála
KÍ - HB
Í gjár - 31/1
07 Vestur - AB/B71 3-2 (2-1)
19' Margit M. Kwao 1-0
28' Evelin Da Silva Mastropaqua 2-0
40' Judith Rasmussen 2-1
49' Sólrun Hendriksdóttir Sørensen 2-2
50' Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 3-2
Les eisini: 07 Vestur fekk síni fyrstu stig í bestu kvinnudeildini
Støðan í Betri deildini kvinnur 2021
1. HB (6 stig)
2. EBS/Skála (6 stig)
3. KÍ (4 stig)
4. Víkingur (4 stig)
5. NSÍ (3 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. B36 (0 stig)
8. AB/B71 (0 stig)
Fyrsti dystur í dag verður við Løkin, har NSÍ og Víkingur skulu stríðast um at koma longur upp á stigatalvuni. Víkingur megnaði fríggjakvøldið at spæla málleysan javnleik móti KÍ.
Í gjør var KÍ suverent og misti næstan einki stig. Í dag taka greipuvinnararnir móti HB, ið hevur skorað tíggju mál og fingið seks stig fyrstu tvey umførini. Dysturin við Djúpumýru í dag ið er týdningarmikil fyri bæði liðini, og HB hevur møguleika at senda eini greið boð í dag.
Í Gundadali skal B36 royna at fáa síni fyrstu stig í ár. EBS/Skála hevur bert spælt á heimavølli móti uppflytarum, so hetta verður ein nýggj avbjóðing hjá unga liðnum, sum hevur fult stigatal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald