Tey bæði nýggju liðini í bestu kvinnudeildini, 07 Vestur og AB/B71, hittust í gjárkvøldið á Dungasundi í Sørvági.
Hetta eru lið, sum byggja upp, og væntað verður ikki, at tey koma langt upp á stigatalvuna, men bæði liðini vístu, at tey duga at skora mál. Aftaná 19 minuttir legði Margit M. Kwao 07 Vestur á odda 1-0, og bara tíggju minuttir seinni økti Evelin Da Silva Mastropasqua fyri heimaliðið til 2-0.
Beint fyri hálvleik megnaði felagsliðið hjá argjafólki og sandoyingum at minka um munin til 2-1 við máli frá Judith Rasmussen.
Í seinna hálvleik komu tvey mál, og bara ein minuttur var í millum tey. Fyrst javnaði AB/B71 til 2-2 við máli frá Sólrun Hendriksdóttir Sørensen tá 49 minuttir vóru spældir, og ein minutt seinni legði Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 07 Vestur á odda aftur til støðuna 3-2.
Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo
Hóast AB/B71 hevði onkrar atsóknir komu ikki fleiri mál í dystinum, og vágakvinnur kunnu fegnast um síni fyrstu stig.
07 Vestur - AB/B71 3-2 (2-1)
19' Margit M. Kwao 1-0
28' Evelin Da Silva Mastropaqua 2-0
40' Judith Rasmussen 2-1
49' Sólrun Hendriksdóttir Sørensen 2-2
50' Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 3-2
Støðan í Betri deildini kvinnur 2021
1. HB (6 stig)
2. EBS/Skála (6 stig)
3. KÍ (4 stig)
4. Víkingur (4 stig)
5. NSÍ (3 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. B36 (0 stig)
8. AB/B71 (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald