2018-11-06 19:20
Oddaliðini í meistardeildini hjá monnum møtast í kvøld klokkan 19:30 í Stórhøllini á Hálsi.
Orsakað av landsdystum í U19 og U17 bólkinum hevur landskappingin ligið still, men í kvøld verður byrjað aftur, tá Fleyr og Mjølnir møtast í Havn.
Bæði liðini hava í ár styrkt seg við útlendskum leikarum, sum eisini eru venjarar hjá liðunum, og tí verður spenningur um, hvat av liðunum leggur seg á odda í kappingini eftir dystin.
Fleyr hevur spælt tveir dystir, harav teir hava vunnið 3-0 ímóti ÍF, men taptu 3-2 ímóti SÍ, meðan Mjølnir hevur vunnið báðar sínar dystir ávikavist 3-1 og 3-0 ímóti ÍF og SÍ.
Støðan í landskappingini er henda:
nr |
dystir |
stig |
|
Mjølnir |
1 |
2 |
6 |
Fleyr |
2 |
2 |
4 |
SÍ |
3 |
2 |
2 |
ÍF |
4 |
2 |
0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald