Annað

Oddaliðið á vitjan á Jóansøku

Suðringar og HB spæla á nýggja graslíkinum á Eiðinum í kvøld.

HB vendi grannauppgerðini frá 0-1 til 2-1 sunnudagin. Harvið helt sigursrøðin hjá HB fram, og Adrian Justinussen og hinir kunnu leggja ein sigur uppá afturat í kvøld
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

HB vendi grannauppgerðini frá 0-1 til 2-1 sunnudagin. Harvið helt sigursrøðin hjá HB fram, og Adrian Justinussen og hinir kunnu leggja ein sigur uppá afturat í kvøld (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-06-23 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu fýra dystir í 15.umfari í Betri-deildini leiktir:

AB - B36 1-4(0-4)
0-1 Kaimar Saag
0-2 Robert Heðin Brockie
0-3 Lukasz Cieslewicz (br.)
0-4 Kaimar Saag
1-4 Bárður Olsen

Skála - NSÍ 1-1(0-0)
0-1 Petur Knudsen
1-1 Pætur Dam Jacobsen

EB/Streymur - KÍ 0-1(0-0)
0-1 Boris Dosljak

07 Vestur - Víkingur 0-1(0-0)
0-1 Sølvi Vatnhamar (br.)


Nú mangla bert HB og TB/FCS/Royn at fara í eldin í hesum umfarinum. Tað verður í kvøld, at Jóansøkugestirnir fáa oddaliðið hjá Heimiri Guðjónssyni og oyggjaliðið at síggja, á nýlagda graslíkinum á Eiðinum í Vági.

Útiliðið er greiðir favorittur. HB hevur vunnið heili 11 sigrar á rað í Betri-deildini, og hevur millum annað ein Adrian Justinussen í stórformi. Um HB vinnur í kvøld, so eru aftur fimm stig niður til KÍ á 2.plássi, nú liðini fara í summarfrí. HB hevur verið sera sannførandi, og kann enda væl við trimum stigum í kvøld. Fyri tveimum mánaðum seinni vann HB 1-0 í Trogisvági, har Jógvan Skeel Nolsøe avgjørdi dystin í yvirtíðini.

Suðringar hava sæð moyrir út í seinastuni. Smali hópurin hjá Glenn Ståhl er merktur av mongu dystinum, men nú eru álópsleikararnir Jón Krosslá Poulsen og Pape Mamadou Faye í hópinum, og hetta kann hjálpa suðuroyingunum. Heimavøllur á Jóansøku burdi motivera Suðringar, ið hava trý stig niður til niðurflytingarstrikuna.

Dysturin í Vági í kvøld byrjar klokkan 18.30.

Støðan undan dystinum í kvøld:
1. HB (37 stig)
2. KÍ (35 stig)
3. B36 (28 stig)
4. NSí (27 stig)
5. Víkingur (26 stig)
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder