
Sjey dystir í 5.umfarið í Premier League eru leiktir seinnapartin
Lagt var upp til spennandi dyst á Wembley, tá Liverpool var á vitjan. Liðið hjá Jurgen Klopp hevði fult stigatal undan dystinum, og tók eisini øll trý stigini í torføra dystinum móti Tottenham í dag.
Eins og Liverpool, so er Chelsea komið sera væl frá byrjan, og hevur 15 stig fyri fimm dystir. Uppflytararnir úr Wales komu annars á odda í London, men so traðkaði Eden Hazard til og gjørdi hattrick.
City heldur á við at vinna trygt á heimavølli, og nábúgvarnir úr United vunnu annan dystin á rað á útvølli móti Watford, ið hevði fult stigatal undan dystinum. Arsenal vann triðja dystin á rað.
Tottenham – Liverpool 1-2 (0-1)
Bournemouth – Leicester 4-2 (3-0)
Chelsea – Cardiff 4-1 (2-1)
Huddersfield – Crystal Palace 0-1 (0-1)
Manchester City – Fulham 3-0 (2-0)
Newcastle – Arsenal 1-2 (0-0)
Watford – Manchester United 1-2 (0-2)
Hesir dystirnir eru í morgin:
13.30: Wolves – Burnley
16.00: Everton – West Ham
Mánadagin: Southampton - Brighton
Støðan:
1.Chelsea 15
2.Liverpool 15
3.Manchester City 13
4.Watford 12
5.Bournemouth 10
6.Tottenham 9
7.Arsenal 9
8.Manchester United 9
9.Everton 6 *
10.Leicester 6
11.Crystal Palace 6
12.Wolves 5 *
13.Southampton 4 *
14.Brighton 4 *
15.Fulham 4
16.Cardiff 2
17.Huddersfield 2
18.Newcastle 1
19.Burnley 1 *
20.West Ham * 0
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald