Fótbóltur

Oddur skal avloysa Jens í Runavík

Toftamaður kemur at strykja um verjuna hjá NSÍ.

Oddur Højgaard saman við formanninum í NSÍ, Dánial Hansen
(Mynd: www.nsi.fo)

Oddur Højgaard saman við formanninum í NSÍ, Dánial Hansen (Mynd: www.nsi.fo)

2018-11-10 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ hevur í dag kunngjørt sín fyrsta leikarastyrk til komandi ár. Talan er um verjuleikaran Oddur Á. Højgaard, sum kemur úr EB/Streymi, har hann hevur spælt  seinasta kappingarár. 

29-ára gamli toftamaðurin hevur annars bert umboðað barndómsfelagið í Føroyum. Eitt stutt tíðarskeið spældi Oddur við danska felagnum B1908. Hann hevur spælt 109 dystir í fremstu deildini, har hann skoraði 8 mál. Oddur Højgaard kann eisini spæla í álopinum

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur soleiðis um nýggja leikaran við heimasíðu felagsins:

- Oddur er ein stórur og sterkur miðverji, ið hevur spælt ógvuliga væl í EB/Streymi í ár. Tá Jens Joensen herfyri boðaði frá, at hann fyribils gevst við fótbólti á hægsta stigi, so mettu vit, at neyðugt varð at styrkja verjuna, og valið fall á Oddur’.

Ársins leikari hjá NSÍ verður sostatt ikki við komandi ár, men nú hevur felagið funnið ein ein nýggjan sterkan verjuleikara.

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar eisini, at hópurin er ikki endaliga komin uppá pláss, og okkurt bendir á, at tað verða onkrar, tó ikki stórvegis, broytingar afturat í hópinum.

Seinasta vikuskifti kunngjørdi NSÍ, at Jóhan Troest Davidsen hevði longt sáttmálan við felagið, og at íslendski Guðjón Þórðarson verður nýggjur høvuðsvenjari.
  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder