Fótbóltur

Ófatiligt comeback í Amsterdam

Lucas Moura gjørdist stóra hetjan hjá Tottenham, ið er í finaluni í Champions League á fyrsta sinni.

Eftir eitt frálíkt evropeiskt ævintýr endaði tað á óndasta hátt møguligt hjá Ajax (Mynd: EPA)

Eftir eitt frálíkt evropeiskt ævintýr endaði tað á óndasta hátt møguligt hjá Ajax (Mynd: EPA)

2019-05-08 22:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í gjárkvøldið gjørdist tað undirhaldandi og ógvuliga dramatiskt, tá finalulið í Champions League skuldi finnast. Hesaferð var tað á Johann Cruyff leikvøllinum í Amsterdam. Har stríddust Ajax og Tottenham til tað seinasta, og tað varð avgjørt í síðstu løtu

Eftir fyrra hálvleik sá tað tó als ikki út sum, at tað fór at gerast spennandi. Longu í 5. minutti stútaði ein púra fríur De Ligt bóltin eftir hornaspark úr høgru. Evnaríki miðverjin og hansara liðfelagarnir hildu útiliðnum sera væl frá málmøguleikum fyri steðgin. Tíggju minuttir fyri hálvleik økti heimaliðið eftir umstilling, ið endaði við at Ziyech sendi bóltin væl upp í longra málhornið.

[object Object](Mynd: EPA)

Nú var 3-0 samanlagt, men Tottenham gav ikki upp. Llorente varð sendur á vøllin, og gav álopinum tyngd. Ajax-verjan kom undir trýst, og tíggju minuttir inn í 2. hálvleik minkaði Lucas Moura um munin. Fáar minuttir seinni fekk Ajax ikki ruddað burtur, eftir at Onana hevði stórbjargað frá Llorente, og so sló Lucas aftur til.

Ajax fekk síðani steðgað bløðingini, og hevði møguleikar at avgera uppgerðina. Tottenham jagstraði 3-0 málið, ið var nóg mikið orsakað av regluni um útivallarmál. Tað sá tó ikki ut til at fara at henda, men í 95. minutti endaði bólturin hjá Lucas, og brasliumaðurin sendi bóltin niður í longra málhornið. Hattrik, og so var ov seint hjä Ajax at svara aftur.

Ógvuliga hart hja hollendska felagnum, ið hevur havt so góða kapping, men lika legði Tottenham ið. Fagnaðurin var øgiligur á Pocehottino og hansara monnum, nú talan gjørdist um eitt ótrúligt og søguligt kvøld hja enska felagnum.

Tað verður harvið talan um enska finalu í Madrid 1. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder