Tað gjørdist talan um stórt drama bæði í Fraklandi og í Portugal, har VAR gjørdist avgerandi, tá United og Porto spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnaar í Champions League.
Manchester United skuldi útføra eitt sera stórt arbeiði í París í kvøld, um liðið við Solskjær á odda skuldi spæla seg víðari til fjórðingsfinaluna. Tað byrjaði eisini sera væl hjá United, tí longu í 2. minutti legði Romelu Lukaku gestirnar á odda. Málið kom, eftir at týski verjuleikarin hjá PSG, Thilo Kehrer, spældi belgiska áleyparin frían. Lukaku rundaði Buffon, og so var tryst á heimaliðnum.
PSG svaraði tó væl aftur og sat fullkomilga á næstu 25 minuttunum. Hetta gav fleiri góðar støður og eitt mál, tá Mbappé legði yvirum til vongbakkin Bernat, ið smoygdi sær innum ein sovandi Baily. Men so fekk United eina gávu afturat. Eftir vælleikt álop royndi Marcus Rashford seg úr áleið 30 metrum, Buffon helt ikki bóltinum, og so fylgdi Lukaku upp; seks mál í trimum dystum hjá stóra áleyparanum. United hevði harvið havt hepni við sær og vísti effektivitet fyri steðgin, og hóast PSG til tíðir vísti gott spæl, so kostaðu grovu feilirnir.
Lukaku gjørdist tvífaldur málsjkútti í fyrra hálvleiki (Mynd: EPA)
Sum støðan var, so var tað sum skotgrøvukríggj. PSG hevði framvegis bóltin væl meira, men skapti sera lítið og setti ikki bóltin uppá spæl – vardi heldur við bóltinum. Útiliðið stóð djúpt, og United satsaðu uppá umstillingar og at halda dystin á lívi so leingi sum gjørligt. Liðið hjá Solskjær var ógvuliga skert og fekk sjálvdan hótt málið hjá Buffon; eitt mál kundi tó senda United víðari, og eitt mál til PSG kundi drepa dystin. Heimaliðið var nær við í 83. minutti, tá De Gea akkurat fekk forðað Mbappé at koma framvið honum, og Bernat rakti síðani stongina.
Solskjær sendi ungar mans inn á vøllin, men tað sá út til at PSG fór at koma víðari. Men beint sum yvirtíðin byrjaði, fór dómarin út at hyggja, tí VAR-rúmið hevði gjørt vart við, at skotið hjá innskifta Dalot rakti Kimpembe í armin. Skomina brúkti eina løtu uppá at hyggja og peirkaði síðandi á plettin. United hevði nú møgleikin at taka ein risasigur, og Marcus Rasford var ísakaldur úr ellivu metrum, og tá Skomina so floytaði fyri seinastu ferð í 99. minutti, kundu teir á enska liðnum stórfegnast. Eitt sera yvirraksandi úrslit, ið eitt United-lið uttan fleiri lyklaleikarar skaffaði við hørðum arbeiði, kynismu og hepni. Í PSG-leguni mugu teir irða seg ógvuliga nógv, eftir at teir ikki kendu sína vitjunartíð.
Rashford skorar avgerandi brotssparkið eftir umtalað VAR-støðu (Mynd: EPA)
Í Portugal skuldi Roma, ið var í hálvfinaluni í fjør, verja 2-1 leiðsluna frá fyrra dystinum. Porto legði tó sera væl út í kvøld og kom á odda. Royndi miðvallarin Danielle De Rossi javnaði tó tíggju minuttir seinni við brotssparkið. Tíðliga í 2. Hálvleik legði vælleikandi áleyparin Marega heimaliðið á odda. Við 2-1 úrslitinum var neyðugt við longdari leiktíð fyri at avgera dystin. Har leikaði javnt á, men í 2. hálvleiki hevði Edin Dzeko tveir risamøguleikar at avgera dystin. Hann tók ikki av, og í staðin fekk heimaliðið eitt VAR-brotsspark nakrar minuttir seinni, ið óivað varð rætt dómt. Alex Telles skoraði trygt, og Porto er ímillum tey seinastu átta.
(Porto sló Roma út á heimavølli eftir longda leiktíð - Mynd: EPA)
PSG - Manchester United 1-3 (1-2) *3-3 samanlagt - United víðari uppá útivallarmál
0-1 2.min Romelu Lukaku
1-1 12.min Juan Bernat
1-2 30.min Romelu Lukaku
1-3 90.min Marcus Rashford (br.)
Porto - Roma 2-1 (1-1) - 3-1 eftir longda leiktíð * 4-3 samanlagt
26.min 1-0 Tiquinho Soares
37.min 1-1 Danielle De Rossi
52.min 2-1 Moussa Marenga
117. min 3-1 Alex Telles
Seinastu fýra áttandapartsfinalurnar verða avgjørdar í næstu viku.
Fótbóltur
Ógvuliga spennandi og dramatiskt Champions League kvøld
United skapti sensatiónina við 3-1 sigri í París, og Porto vann eftir longda leiktíð á Roma.
United-leikararnir fegnast saman áskoarunum eftir bragdið á Parc des Princes (Mynd: EPA)
2019-03-06 22:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald