Fótbóltur

Ógvuliga spennandi finala í Buenos Aires í kvøld

Arvafíggindarnir River Plate og Boca Juniors spæla um Copa Libertadores-heitið.

Soleiðis sá tað út til venjingina hjá Boca Juniors í gjár
(Mynd: The Guardian)

Soleiðis sá tað út til venjingina hjá Boca Juniors í gjár (Mynd: The Guardian)

2018-11-24 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Copa Libertadores verður avgjørd í kvøld. Hetta er suðuramerikanska svarið uppá Champions League.

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at River Plate og Boca Juniors, ið eru stóru feløgini úr argentinska høvuðsstaðnum, hittast í finaluni. Tað er ein djúpur hatur millum feløgini úr Buenos Aires, og tað stendur ómetaliga nógv uppá spæl, nú tey dystast um suðuramerikanska meistaraheiti. 

Copa Libertadores verður avgjørd við tveimum finalum. Tann fyrra varð leikt 11.november á La Bombonera, ið er heimavøllurin hjá Boca. Har endaði tað við 2-2 javnleiki. Alt er sostatt púra opið og lagt er upp til eina sera spennandi grannauppgerð og finalu í kvøld.

Spenningurin er á kókipunktinum í Buenos Aires, og tá Boca Juniors vandi á sínum avølli í gjár var fullsett av larmandi áskoðarum; heili 49,000 áskoðarar í bláum og gulum settu sín heilt serliga dám á venjingina. 

Finalan á Estadio Monunumental verður bríkslað í gongd klokkan 20.00 føroyska tíð, og har verður heilt sikkurt lív í. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder