Fult umfar var í Okkara-deildini seinnapartin.
VÍF var á vitjan í Hoyvík, og har megnaði H71 aftur at koppa vestmenningum, ið annars hava verið oddalið størsta partin av árinum. Tað komu nógv mál í dystinum. Hoyvíkingar vóru frammanfyri allan vegin, og tað tættasta VÍF kom uppá at ordliga gera tað spennandi, var tá útiliðið minkaði niður í tvey mál, tá seks minuttir vóru eftir. H71 koyrdi tó sigurin heim og kemur undir liðuna á vestmenningum.
Myndir: H71-VÍF
Oddaliðið Neistin heldur fram og vann aftur á StÍF í dag. Gestirnir vóru væl við, til fimm minuttir vóru eftir. Neistin helt StÍF niðri á 19 málum, og seinastu smáu tíggju minuttir skoraði útiliðið ikki, meðan teir bláu úr Havn koyrdi sigurin heim.
Myndir: Neistin-StÍF
Í Kollafirði var uppgerð millum tvey tey niðastu liðini á stigatalvuni. KÍF uppbygdi sær skjótt eina leiðslu og vann tryggan sigur á Team Klaksvík.
H71 - VÍF 34-30 (18-14)
Toppskjúttar: Peter Krogh 7, Filip Jojic 11
Neistin - StÍF 26-19 (12-10)
Toppskjúttar: Høgni Zachariassen 8, Jóannes A. Prestá og Pætur Ò. Barclay 5
KÍF - Team Klaksvík 31-23 (20-13)
Toppskjúttar: Borko Cupara og Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Jens Pauli Mohr 7
Støðan í Okkara-deildini:
Neistin 15 (10 dystir)
VÍF 13 (10 dystir)
Kyndil 12 (10 dystir)
H71 13 (10 dystir)
StÍF 8 (9 dystir)
KÍF 7 (10 dystir)
Team Klaksvík 2 (10 dystir)
Hondbóltur
H71 vann málríkan oddadyst
H71 basti VÍF annan sunnudagin á rað. Neistin styrkti um sína støðu í oddinum.
2018-12-02 18:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald