Sunnudagin varð hann skiftur inn til sín fyrsta dyst í Betrideildini. Tað var miðskeiðis í 2. hálvleiki í 4-0 sigrinum á Skála, at 16-ára gamli kantspælarin kom inn ístaðin fyri Jákup Johansen. Nú hevur hann fingið sín fyrsta sáttmála.
Sáttmálin millum unga syðrugøtumannin, Olaf Bárðarson, og Víking er galdandi til kappingarenda í 2022.
Olaf fekk sínar fyrstu minuttir á næstbesta liðnum seinasta umfar í fjør, beint eftir at hann fylti 16 ár, og nú hevur hann so eisini fingið sínar fyrstu minuttir á Betri liðnum.
Í ár hevur Olaf Bárðarson, ið eisini er skrásettur fyri 11 U-landsdystir, spælt tíggju dystir og skorað tvey mál í 1. deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald