Hann skifti frá B68 til NSÍ seinasta vetur. Í Runavík gjørdist tað talan um 10 innhopp á besta liðnum; millum annað eitt í Europa League á Svangaskarði og eitt í kappingini um Løgmanssteypið, har hann vann NSÍ eitt brotsspark í Gundadali. Í Betrideildini spældi Óli Højgaard Olsen bert 80 minuttir í farna kappingarárið, og nú vendir leikarin ið fyllur 34 sunnudagin heim.
Óli hevur leikti yvir 250 dystir fyri B68, og hann kann gerast ein lyklaleikari í royndini hjá felagnum í spæla seg upp í Betrideildini aftur, har liðið seinast var í 2016.
Les eisini: B68 brynjar seg av álvara til komandi árini
Óli og B68 hava gjørt ein tvey-ára sáttmála, og nógvir aðrir leikarar hava skrivað undir fyri 2020 og 2021 á Toftum seinastu tíðina.
Tøl: FaroeSoccer
Fótbóltur
Óli aftur í B68
Royndi álopskendi leikarin skal royna at verða við til at spæla B68 í Betrideildina aftur.
(Mynd: B68)
2019-11-21 14:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald